Málsviðgerð
Týskvøldið í farnu viku gjørdi kappingarnevndin hjá FSF av, at Jóhannis Joensen hjá HB skuldi dømast fýra daga leikbann fyri reyða kortið, sum hann fekk í landskappingardystinum móti NSÍ.
Í hósdagsútgávu okkara skrivaðu vit tá, at í HB høvdu tey ikki ætlanir um at gera meira við hetta málið, og soleiðis skuldi verið líkt til, at málið var endaliga avgreitt.
Ákæra og dómur líkjast ikki
Í kjalarvørinum á málinum hava tó fleiri spurningar stungið seg upp, og fleiri teirra benda eisini á, at málsviðgerðin í málinum ikki hevur verið heilt soleiðis, sum hon plagar at vera í líknandi málum.
Tað, sum kappingarnevndin skuldi taka støðu til, sambært teimum upplýsingum, sum Sosialurin hevur móttikið, er at dómarin í frágreðing sínari hevur skrivað, at leikarin hevur skallað seg, og at hann tískil fekk reyða kortið. Hetta er sjálvandi eitt álvarsamt brot á fótbóltslógirnar, og fordømi fyri slíkar gera bendu á, at talan helst hevði verið um einar átta dystir uttan fyri síðulinjurnar, um leikarin varð funnin sekur.
Úrskurðurin hjá kappingarnevndini gjørdist tó ein heilt annar. Jóhannis Joensen varð nevnliga dømdur leikbann í fýra dagar fyri atburðin, sum hann sýndi, eftir at hann hevði fingið reyða kortið. Tað vil siga, at samsvar als ikki er ímillum ákæruna, sum varð reist, og dómin, sum varð feldur.
Hetta bendir ikki á tað borðið, at kappingarnevndin hevur tikið støði í frágreiðingini frá dómaranum, og í øllum førum er leikarin ikki dømdur eftir ákæruni í hesum.
Spurningurin er so, um hetta er nakað, sum føroyskir dómarar kunnu liva við. At atlit ikki verður tikið til teirra støðu í slíkum málum. Vit royndu sunnudagin at fáa eina viðmerking frá Niklas á Líðarenda, ið var dómari í dystinum millum HB og NSÍ, men hann sigur seg onga viðmerking hava til málið í løtuni.
Skuldi verið einfalt
Um so er, at kappingarnevndin ikki hevur mett, at leikarin er skyldugur í ákæruni, átti málið sum so ikki at verið nakar trupulleiki. Hevur leikarin ikki framt brotið, sum hann er ákærdur fyri, skuldi talan ikki verið um aðra revsing enn leikbann í ein leikdag, soleiðis sum kappingarreglurnar áseta.
At leikarin so kortini verður revsaður við fýra døgum, sigur so mikið sum, at kappingarnevndin undir viðgerð síni helst hevur tikið atlit til aðra próvførslu ? eitt nú sjónbandaupptøku - enn tær skrivligu frágreiðingar, sum partarnir hava sent inn í málinum.
Er tað so, at Jóhannis, verður fríkendur fyri ákøruna, grundað á videoupptøkur, svarar hetta sum so spurninginum um, hvør próvførsla er nýtt, men hetta setir so aftur tveir nýggjar spurningar.
Áður hevur kappingarnevndin nevnliga gjørt av, at teimum ikki nýtist sjónbandaupptøkur av hendingum, sum nevndin skal taka støðu til, men við hesum hevur nevndin so broytt støðu hesum viðvíkjandi.
Er hetta nakað nýtt í málsviðgerðini hjá FSF, so er tað ikki minni nýskapandi, at kappingarnevndin nú eisini tekur sær heimild til at viðgera hendingar, sum nevndin ikki er biðin um at taka støðu til. Hetta kann helst samanberast við, at ákæra verður reist um neyðtøku, men at dómarin so ger av, at hin ákærdi skal dømast fyri innbrot.
Ikki tí. Kappingarreglurnar geva FSF heimild til at taka mál upp av sínum eintingum.
Í §38, stk. 3, í kappingarreglunum stendur, at FSF sjálvt kann taka mál upp til viðgerðar. Í somu grein stendur tó eisini, at hetta bert kann gerast undir serligum umstøðum, tá eitt felag hevur framt brot á kappingarreglunar, og at felagið tá skal hava boð um hetta, áðrenn viðgerðin fer fram.
Ivasamt er tó, um hendan reglan kann nýtast hesum málinum. Fyrst og fremst tí tað ikki er felagið, HB, sum hevur framt nakað misbrot í málinum. Harafturat kemur, at atburðurin hjá Jóhannisi Joensen eftir útvísingina neyvan hevur verið av somikið serligum slag, at hetta hevur rættvísgjørt nýtslu av hesum lógartekstinum, og sum vit hava skilt, hevur eingin kunning verið ímillum FSF og HB í tíðarbilinum frá at HB hevur latið sína próvførslu inn, fram til ta løtu, at dómur er feldur í málinum.
Onga viðmerking
Sunnukvøldið fingu vit orð á formannin í kappingarnevndini, Børge B. Hansen, men hann sigur seg onga viðmerking hava til málið. Heldur ikki var nakað svar at fáa, tá vit spurdu hann, um Jóhannis Joensen ikki er ákærdur fyri eitt og dømdur fyri nakað annað.
Í HB hava tey enn ikki tikið endaliga støðu í málinum. Steinfinn Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, sigur, at tosað hevur aftur og fram um málið, men hann roknar tó ikki við, at farið verður víðari við hesum.
Kann enn kærast
Samanumtikið tykist tað soleiðis, at júst hetta málið inniheldur meira enn bert eina støðutakan um, hvørt leikari er skyldugur í einum broti ella ikki.
Í øllum førum tykist talan vera um ein nýggjan framferðarhátt í arbeiðinum hjá kappingarnevndini. Nevndin hevur við hesum tikið sær sjálvum víðari rásarúm enn vanligt, og spurningurin er so, hvønn týdning hetta kann fáa fyri málsviðgerðina hjá nevndini framyvir.
Sum nevnt omanfyri, so tykist HB ikki hava ætlanir um at kæra úrskurðin hjá kappingarnevndini til dómsnevndina. Niklas á Líðarenda, sum var dómarin, ið skrivaði frágreiðingina, sigur seg onga viðmerking hava til málið. Heldur ikki tá spurt varð, um hann ætlar sær víðari við hesum. Um so er, verður helst meira at frætta í næstum, tí freistin fyri at kæra málið víðari var úti á midnátt mánakvøldið.