Ilt at meta um útlit við upsanum

- Stjørnan og Polarhav fiskaðu fyri 46 miljónir krónur í fjør, og higartil í ár hava vit fiskað fyri 38 miljónur krónur. Helst verður árið í ár nakað lakari enn árið í fjør, sigur Hjalti Eliasen, skipari

Fiskivinna

 

Skiparin á Stjørnuni sigur seg illa duga at meta um, hvussu útlitini eru við upsanum í løtuni.

- Fiskiskapurin hevur sum heild verið lakari í ár enn í fjør, men í seinastuni hevur verið líkt til, at bati er fyri framman. Tó er ilt at meta um, hvønn veg tað fer at ganga, tá ið saman um kemur.

Hjalti Eliasen heldur, at útlitini eru ivasom.

Hann sigur, at nøgdirnar eru heldur minni í ár enn í fjør, og samlaða veiðivirðið er eisini nakað minni.

- Vit fiskaðu fyri tilsamans 46 miljónir krónur í fjør, og higartil í ár hava vit fiskað fyri 38 miljónir krónur. Gongst, sum ætlað, gera vit nakrar túrar aftrat fyri ársskiftið, og tí verður munurin ikki so stórir, tá árið er úti.

Hann væntar, at stundir verða til einar fýra túrar aftrat í hesum árinum.

Umborð á Stjørnuni og Polarhavi er kortini eingin orsøk til at lata illa at, og tað ger manningin heldur ikki.

- Eg vænti, at manningarparturin fer at liggja um hálva miljónir krónur, tá árið er úti, og tá er talan um reellan manningarpart – við frítíðarskipanini, sum manningin hevur, sigur Hjalti Eliasen.

Stjørnan og Polarhav eru á gulllaksaveiði í summarhálvuni og á upsaveiði í vetrarhálvuni.

- Okkum dámar væl at fara á gulllaks síðst í apríl mánaða, tá ið vit hava verið á upsanum allan veturin. Eg vænti kortini, at inntøkurnar, sum upsin gevur skipi og manning, er ein stórur helmingur av tí samlaða, sigur Hjalti Eliasen, skipari.