Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

Skeiðið verður í Smæruni í Havn leygardagin 26. september

Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF skrivar:

 

- Bjóðað verður til Impulsskeið, har evni er “Føroyar í altjóða spælinum – leiðsla og avgerðir – og framtíðin”. Skeiðið verður í Smæruni í Havn leygardagin 26. september

 

——————

 

TILMELDING

 

Leygardagin 26. septembur frá klokkan 09:30 til 15:30 verður Smæran í J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn karmur um impulsskeið, har evnið verður “Føroyar í altjóða spælinum – leiðsla og avgerðir – og framtíðin”.

 

Skeiðið telur seks impulstímar til dagføring av UEFA A-, B- og C-prógvum, og aftaná verður farið á Tórsvøll til UEFA Nations League-dyst millum Føroyar og Kasakstan, sum byrjar klokkan 17:00.

 

Innihald:

A-landsliðið við monnum fer í heyst undir eina nýggja UEFA Nations League-kapping, og lagt verður frá landi við einari tættari dystarská, tí frá 26. septembur til 6. oktobur skulu føroysku menninir spæla fýra dystir í ellivu dagar.

 

Impulsskeiðið leygardagin 26. septembur hevur yvirskipaða evnið “Føroyar í altjóða spælinum” og setir sjóneykuna á tær avgerðir, sum verða tiknar bæði á og uttanfyri vøllin.

 

Dentur verður lagdur á kjak og luttøku, har luttakararnir fáa høvi at seta orð á og viðgera ítøkilig evni, sum eru partur av spælinum á vøllinum.

 

Vit fáa eisini vitjan úr A-landsliðsleguni, og harumframt hevur ein útlendskur venjari hugt nærri at føroyskum fótbólti fyri at meta um styrkir og møguligar menningarleiðir.

 

Á skránni er eisini eitt spennandi prát um føroyskan fótbólt og framtíðina, eins og vit fara at viðgera, hvussu vit framhaldandi kunnu menna okkara spæl, tá ið vit hava bóltin.

 

Skráin:

Kl. 09:30 Vælkomin og innleiðsla

Kl. 09:45 Fyrireiking til UEFA Nations League 2026

Kl. 10:15 Kaffisteðgur

Kl. 10:30 Mótstøðuliðini í UEFA Nations League 2026

Kl. 11:00 Hvussu loysa vit hesar spælstøðurnar (verjuspæl / verkstova)?

Kl. 11:45 Útlendsk eygu – styrki og menningarmøguleiki

Kl. 12:15 Ábit

Kl. 12:50 Orðaskifti – fótbólturin heima og úti um 10 ár

Kl. 13:30 Hvussu loysa vit hesar spælstøðurnar (álopsspæl / verkstova)?

Kl. 14:10 Kaffisteðgur

Kl. 14:25 “Fish-bowl” (hvussu menna vit spælið, tá vit hava bóltin / verkstova)?

Kl. 15:10 Samanumtøka

Kl. 16:00 Føroyar – Kasakstan á Tórsvølli (FSF Gestir)

 

Upptøkutreytir

Impulsskeiðið er ætlað venjarum við A, B og C prógvi.

 

Luttøkugjald

Kostnaðurin fyri luttøku á skeiðnum er 900 kr. Íroknað prísin er atgongumerki, við atgongd til FSF Gestir, til UEFA Nations League dystin á Tórsvølli leygardagin 26. septembur millum Føroyar og Kasakstan.

 

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 21. septembur 2026.

 

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Eli Hentze, eli@football.fo ella tel. 29 19 62. Skrivar FSF.

 

TILMELDING

 

Mynd: Hans Erik Danielsen