Fleiri túsund indiánar, sum eru vápnaðir við boga og ørvi, hava tikið ræðið á nøkrum stórum bóndagørðum har suðuri í Brasil.
Talsmaðurin hjá brasilsku indiánunum, Adao Irapiuta, sigur, at indiánarnir vilja hava sína egnu jørð at dyrka. Hann vísir á, at stjórnin hjá Lula, forseta hevur lovað indiánunum jørð, men at einki er hent enn. Indiánarnir vísa á, at forfedrar teirra áttu hesa jørðina, men at hon varð tikin frá teimum. Nú vilja eftirkomararnir hava jørðina aftur.
Teir hvítu stórbøndurnir leggja indiánarnar undir harðskap. Teir siga, at indiánarnir hava dripið nógv húsdjór hjá bøndrunum, og teir krevja, at løgreglan leggur uppí og rekur indiánarnar burtur. Lula, forseti, sigur, at hann heldur fast um ætlanina at geva indiánunum ein part av brasilsku landbúnaðarjørðini. Hann hevur eisini lovað teimum størri rættindi og betri sosial kor.