Seinastu ferð Infernal vitjaðu í Føroyum, broyttu donsku superstjørnurnar Gøtusand til eina stóra dansiveitslu, har fleiri túsund fólk hoppaðu og dansaðu í takt við glaða diskotekstónleikin.
- Men í leygarkvøldið iflyta vit veitsluna inn í REX, tá fyrrverandi X-Factor dómarin Lina Rafn og Paw Lagerman spæla konsert.
Soleiðis skrivar Rex í tíðindaskrivi.
Infernal telist millum størstu donsku poppnøvnini gjøgnum tíðirnar, og millum tey fáu norðurlendsku nøvnini, ið hava megnað at sleppa í topp 5 á enska hittlistanum. Bólkurin hevur 15 ár á baki og hevur støðugt latið hitt úr hondum. Størsta hittið er uttan iva From Paris to Berlin, ið megnaði at liggja á enska topp 5 listanum í 7 vikur, og toppaði á einum 2. plássi.
Føroyingar minnast ivaleyst Linu Rafn, sum ljóshærda X-Factor dómaran, ið førdi føroysku Lindu Andrews til sigurin í kappingini, alt meðan hon støðugt skeldaðist við Thomas Blachman. Men danski poppsangarin er sjálv framúr á einum palli. Seinast hon vitjaði her við bólki sínum Infernal, skrivaði ummælarin hjá Sosialinum Niels Uni Dam m. a. soleiðis:
»Talan var um eina seksutta og stuttliga konsert við nógvari orku og á tremur við fangandi poppløgum (...) Serliga løgini 10 miles, Kalinka og From Paris To Berlin fingu sandin at lyfta seg.«
Ummælarin kallaði framførsluna eitt heildarshow og eitt beachparty. Men vísa á, at bólkurin eisini hevði annað upp á hjarta enn hetta: »Bólkurin vísti í fleiri løgum, at tey eisini dugdu annað enn bukandi diskorútmir, her var serliga hálvfúla lagið Dressed In Blue frálíkt, eitt sera funky og feitt lag«.
Infernal verður á palli á REX í Havn leygarkvøldið.