Infrakervið í fíggingarleysum 2015 ætlanum

Bogi Eliasen, cand.scient.pol


Infrakervið er beinagrindin í einum nýmótans samfelagi. Vanliga hugsa vit um fysiska infrakervið, tvs. ferðslunetið, og er tað eisini høvuðsevnið í hesi greinini. Men infrakervið er eisini m.a. samkiftiskervið í landinum. Innlendis merkir tað flutningsmøguleikar og eisini tann tænasta, sum er tøk til kollektiva ferðslu.


Forðingar burtur
At beina burtur forðingar tykist at vera eitt lyklaorð í samfelagsmenningini. Handilsforðingar skulu burtur og stórur dentur verður lagdur á at hava tey fýra frælsini í handilssáttmálum, og nú eina visjón um eitt infrakervi við so fáum forðingum sum gjørligt. Tí verður ofta dentur lagdur á, at forðingar ikki skulu vera í infrakervinum. M.a. við at gera undirsjóvartunlar til Vágoynna og Norðoyggjar, ber til at ferðast alt samdøgrið, og ikki bert tá skipið siglir. Samferðslupolitikkurin í infrakervinum er tí at binda landið saman á skynsamasta hátt. Men tað eru fleiri atlit, sum takast skulu.


Høvuðsendamál
Í visjón 2015 framløguni um infrakervið stendur, at høvuðsendamálið er framkomiligheit. Framkomiligheit, men eisini at atlit skulu takast til ferðslutrygd, umhvørvi og nytturvirði fyri samfelagið. Tvs. at framkomiligheitin ikki er fyri einhvønn prís, tí sjálvsagt skal atlit takast til ferðslutrygd, nyttuvirði og umhvørvi, meðan høvuðsarbeiðssetningarnir vóru:

Samferðuætlan fyri skip, vegir, havnir og flogvallir
Ætlan fyri fígging av samferðslukervinum.


Kollektivu flutningsmøguleikarnir
Sagt verður at kollektivu flutningsmøguleikarnir skulu mennast til eitt veruligt alternativ til at ferðast millum landsins økir. Einasti býurin við veruligum býbussasambandi er Havnin, og har er ógvuliga langt á mál fyri veruliga at kunna siga at bussleiðin er eitt alternativ til bil. Tað krevur bæði øktan títtleika og skjótari rutur, sum kanska er møguligt við minni bussum, sonevndum minibussum. Sama er at siga um sambandið millum økini í landinum. Tað munnu verða ógvuliga fáa sum meta, at ein slík tænasta kann bera seg, tvs. at her verður neyðugt hjá tí almenna at gjalda fyri hesa tænastu. Tað er tó møguligt at samfelagsvinningur er í slíkari ætlan, tí vegirnir slítast minni, og roknast kann fyri færri ferðsluvanlukkum, minkað verður um dálking eins og sambindingin kann hava ein stóran týdning fyri menningini av Føroyum til eina samfelagseind. Men skal tað gerast, krevur tað eina langtíðarætlan á eini breiðari politiskari semju, har virðini sum byggjast skulu á, skulu staðfestast.
Ein góð visjón, men í vónleysari leysari luft, tá hugsað verður um at seinasta broytingin at ávirka ferðslumynstri var at lækka avgjøld á motorsúklur, sum eru bæði vandamiklari og enn minni kollektivar enn ein bilur.

Kostnaðurin

Í framløguni verður dentur lagdur á infrakervi, at tað skal verða ódyrt (ella bíligt) at flyta seg bæði í Føroyum og til útlond úr Føroyum. Tað er sjálvsagt eitt ynski hjá flestum okkara, og hvat ljóðar betri enn bíligt? Men hvussu skal tað gerast ódyrt at ferðast millum bústaðarøkini í Føroyum? Er tað við stuðli ella er tað við einskildum flutningsneti? Ein av yvirskrivtunum í framløguni vísir á, at ein av arbeiðssetningunum er at vísa á fígging. Hetta verður bert svarað, at tað skal geva samfelagsvinning at gera íløguna. Hetta er ikki eitt svar. Hetta er eitt mál, eins og at tað er eitt mál at avmarka forðingar at flyta seg stað úr stað, og sigur einki um hvørjar hugsanir eru um hvussu fíggingin skal skipast av hesum annars visjoneru hugsanum, og hugsarum, um infrakervið

Fíggingarvirðir
Tað skal gerast bíligari at ferðast út í heim og ferðamøguleikarnir betrast! Tað er sunt við kapping, men tað kann henda seg, at andsøgn verður millum frælsa kapping og eitt samferðslunet við so fáum forðingum sum gjørligt. Um t.d øll samferðsla við bussum og skipum verður einskild uttan krøv, ber ikki til samstundis at tryggja infrakervið við so fáum forðingum sum gjørligt. Verða títtleika- og góðskukrøv sett til veitaran, er talan um avmarkað liberalisering, sum tó kann verða gevandi. Tí er ein grundleggjandi spurningur; hvussu skal hetta gerast og fíggjast. Tað er heldur ikki vist, at ein fræls kapping út í heim, er tann sum gevur títtastu og breiðastu ferðamøguleikarnar, tí privat monopol, duopol og oligopol kunnu saktans verða verri enn alment rikin samferðsla. Tí er ein grundleggjandi samferðsluspurningur, sum eisini er galdandi fyri samskiftisnetið, um talan í høvuðsheitinum skal verða um eina samfelagstænastu sum tað almenna tryggjar borgarunum, ella tað skal verða talan um at tryggja frælsa kapping á hesum økjum. Tí er talan eisini um ein virðisspurning flokkarnir á tingi neyvan eru samdir um, men sum neyðugt er at finna eina semju á fyri at gera eina langtíðarætlan. (
Hvat er endamálið?
Men eisini áttu mál at verið sett, t.d. hvat skulu vit brúka betraða infrakervið til? T.d. ein liðiligari arbeiðsmarkna, sum saman við betri koyriviðbót ger tað lønandi at arbeiða langt frá bústaði. T.d. skipaðir heimaarbeiðspláss møguleikar, so eisini fólk við útbúgving kunnu verða búgvandi í heimbygdini og tí eisini samskipa og menna samskiftisinfrakervið saman við tí fysiska infrakervinum og brúka tað í bygdamenning. Til at spjaða búsetingar og tað trýstið og harvið ógvusligu prísirnar í høvuðsstaðnum, sum bindir pening, ið annars kundi verðið váðafúsur kapitalur.

Tað er vist at vit hava brúk fyri einum støðugt mennand infrakervi, og at betri infrakervi eisini føðir nýggj hugskot. Men vit eiga eisini at seta fleiri mál við okkara íløgum, soleiðis at betri grundarlag er fyri at meta, um tær geva samfelagnum meiri enn tær kosta, og ikki bert leggja alt í eina kaosteori, har infrakervið er gandaorðið sum ger alt ljósareytt, um vit fremja neyðugu íløgurnar.