Arnstein Niclasen
-------
Dagurin var 27. november 2009. Ein dagur og fýra ár vóru liðin síðani Ingálvur andaðist, og fór til “ - aðrar víddir at sjá - fagrari enn her á fold “(jhod). Listaskálin var stúgvandi fullur av fólki, sum komin vóru saman fyri at vera við á talsterkastu framsýning nakrantíð av verkum Ingálvs. (Og lat tað verða sagt beinanvegin, at framsýningin endar tann 28. í hesum, tí framsýningin skal víðari út av landinum.)
Tónleikur og sangur. Borgarstjórin hevði orðið. Og so fór ein lítillátur maður fram á gólvið og helt ein røðu um list Ingálvs, ein røða sum átti at verið endurtikin, og um bókina, sum hesin sami hevur skrivað til høvið, og sum eigur at gerast hvørsmansogn.
Boðskapurin
Tann stutti boðskapurin í taluni og bókini var og er hesin: at tað var Sámal Joensen-Mikines, sum laðaði grundina til eina tjóðskaparliga list í Føroyum. Meðan tað var Ingálvur, sum tók næsta stigið á leiðini og gav hesi serligu, føroysku listini eitt altjóða format - !
Maðurin er Michael Wivel, ið er doktari í listsøgu og kunstkritikari í mong ár á Information og Weekendavisen, fyrrverandi leiðari av Ordrupgaard listasavni, og hann hevur skriva kønar og munandi bøkur um list. Stílur og innihald eru framúr, antin hann skrivar um Ingálv, Kurt Trampedach, Carl-Henning, Havsteen-Mikkelsen, Stevns (Lysets tøven og Lysets veje), Kirkeby ella stórverkið “Dansk kunst i det 20. århundrede”.
Og hetta eigur tann ágrýtni stjórin við manning á Listasavni Føroya stóra tøkk uppiborna fyri, at hava fingið ein rættiligan kunstkennara, sum henda, til landið og at skrivað bókina um vinmann alra føroyinga, Ingálv av Reyni.
Michael kennist óheftur í sínum áskoðanum. Hann kendi ikki Ingálv persónliga, men metir hann út frá hansara verkum og tí, sum onnur fólk og filmurin um Ingálv avdúka. Filmurin sum teir báðir Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen eiga mikla rós fyri. Tí tað er sum – aftur einaferð - at fáa eitt prát við hetta merkisverda menniskja. Og ein spyr seg sjálvan: hvussu nógv mann ikki liggja eftir á láni, og sum ikki er komið við, tí teir tóku upp á film av Ingálvi í yvir eitt ár - ?!
Wivel’arnir
Og Wivel-ættin hevur sett síni spor í mentanarlívi dana seinastu hálvu øldina. Eitt nú Ole Wivel (1921-2004), stjóri á Gyldendal og høvundur (mundi hann nakrantíð skriva ein vánaligan setning?) Hann var m.a. eisini sannførdur um, at Regin Dahl átti sum skald fyri langari tíð síðani at fingið Norðurlandaráðsprísin (Under mursejlerhimlen, s. 93).
Ella tak t.d. gávuríku bróðursynir hansara: Peter f. 1943 ábyrgdarblaðstjóra á Weekendavisen og Berlingste Tidende, Michael f. 1946 og Henrik f. 1954 er dr. phil (Snedronningen – um Selmu Lagerlöf). Kynstur teirra eyðsæst av verkum teirra, uttan mun til um evni er dýpdarbøkur um litteratur, list ella nútíðarsøgu – eitt nú um Baader-Meinhof (30 år med tysk terror) ella Drabet på Petra Kelly (Murens fald).
Bókin
Danski tekstur M. Wivels hevur ein hóskandi objektivan fráleika til sjálvt listaummælið, og innihaldið er væl týtt - bæði til enskt av James Manley og til føroyskt av Mortan Ólasyni Vang - og rættlisið hevur Svenning Tausen. At týða fakmál til føroyska tungu er ikki lætt í mun til altjóðamálið: enskt. Metaforar, heiti og superlativ kunnu lættliga bekla.
Bara eitt dømi. Orðið atelier (t.e. verkstaður á fronskum), og sum tað eitur um lond á okkara leiðum, kundi eins væl verðið varðveitt, heldur enn: “málarastova”, har fyrri partur orðsins er fakliga avmarkandi og seinna helvt: stova, er niðurslitin máliska fyri: bústað stórbónda, kroysu knæbóndans, fyri alskyns klivar og kontór og líka til bilaeftirlit landsins við koldioxid (CO2) og svørtum royki -.
Tá kenst hinvegin orðið: høli, heldur lættari fyri ondini (“ - -leita upp mær skaldabøli, okkurt skýmligt fløskuhøli”, yrkti Janus skemtandi…)
Framsýningin
Framsýningin, ið er vald út og skipað av Michael Wivel, er frálík og heilt øðrvísi. Hon skal síggjast og njótast.
“Svørt og vill” verður hon nevnd. Men sum tann køni í Skriftini og um kunst, vitsti Ingálvur, at “ – so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið (Sálm. 139,12). og at P-A. Renoir (1841-1919) segði so vakurt: “Svart er drotningin millum litirnar.”
Ein undrast kanska á, at framúr tekningar eitt nú úr: “Tann deiliga Havn” ikki eru við, men har eru hinvegin aðrar kanska uppaftur eymari myndir frá góðu unglinga døgum teirra, Elsu og Ingálvs, niðri undir krígnum (s.76).
Og eingin av teim monumentalu (bestiltu?) persónsmyndunum av tryggingarstjórum ella býráðsformonnunum eru at síggja. Men har er tó ein lítil mynd av pápa Ingálvs, Jens av Reyni, har hesin situr við einari bók við svartari permu og fyrireikar seg helst til “eitt lítið orð á onkrum møti” (s. 86). Meðan myndir av mammuni, Christinu, ganga støðugt aftur. Og tað ikki av ongum.
Merkiligt sum innihald og myndir á framsýningini og í bókini kveikja onnur og ymisk rák og afturundirgerðir í huga hyggjarans - .
Ein fotomynd
Á eini klárari mynd (s. 277) standa uttanfyri Statens Museum for Kunst nøkur ung listlesandi um 20 ára aldur ein várdag í 1942 við ungdómsins kæti, dreymum og ætlanum. Ingálvur hevur orðið. Vinstrumegin hann stendur Jens Urup, seinni kendur listamaður, vinmaður Ingálvs fyri lívið, hevði íslendska konu, Guðrun, og vitjaði ofta higar á ferð til “Landið bláa”.
Og høgrumegin stendur Lis Fenger (1919- ), eisini næmingur hjá Bizzie Høyer, ein av teim 8 tekkiligu døtrunum (11 børn íalt) hjá Annu M. f. Schmiegelow (1891-1995) og Mogens Fenger (1889-1956), yvirlækna á Diakonissestiftelsen, lívlækni hjá beinbrotna Christian X kongi (heldur skjarrligur patientur, skuldi hann siga).
Annars var heimið hjá Fenger-familjuni merkt av, at har komu mong evnarík ung, eisini listafólk og fremstu politikarar tá á døgum. Og fyri at enda ein langa søgu skal viðmerkjast, at yngsta dóttirin, Benedicte, er gift Niels I. Meyer (1930-), prof. í fysikk við DTU, sum hevur fingist við m.a.: Vedvarende energi, “Oprør fra midten” og politik - við so sum so úrsliti -.
Og føroyavinurin Poul Madsen (1916-2009) cand. jur. var giftur við tí elstu dóttrini, Thyru Fenger (1918-1960). Tey valdu - eftir eina invortis sannføring - at halda eina aðra “ótryggari” leið enn at gerast dómari ella amtmaður, og tey blivu eitt leiðandi par í Kristent Fællesskab fyri lívið. Men tað er ein onnur søga. Ingálvur og Poul kendust og hildu sera nógv um hvørannan.
Lis og Jørn Utzon
Leiðir listamanna “eru órannsakiligar”. Jørn, ein ungur drongur gekk í Aalborg, droymdi um at gerðast skipsverkfrøðingur sum pápin, men hann var bæði orðblindur og veikur í matematikk, men hann hevði hinvegin óvanlig geometrisk evni: rúm, linjur, flatar og bogar, “ - hvørs reisingar rundar, so stoltar ar sjá” so eyðsæddar ganga aftur í Operahúsinum í Sydney, aldarinnar bygningur í 20. øld. Og Jørn Utzon (1918-2008) fór (ja, tíbetur) á Københavns Kunstakademi at lesa (1937-42).
Í føðingardagsveitslu í 1940 hittust Jørn og Lis (hon fylti 21 ár) fyrstu ferð, tey blivu góð og giftust í 1942 og fingu 3 børn: Jan f. 1944, Lin f. 1946 (kend fyri tekstil og postalín – bláu flísarnar í Kastrup Lufthavn) og Kim f.1957. Øll eru góðir arkitektar (eisini Jeppe, sonur Jan).
Árini komu, og eftir eitt hendingarríkt lív við møðsamum mótburði og miklum heiðuri valdu tey at búseta seg á Mallorca. Og har bygdi Jørn teimum eini hús ovalaga í líðini við útsýni, nevnd Can Feliz, og eitt hús við strondina nevnt, Can Lis. Lis og Ingálvur høvdu av og á brævaskifti fyri lívið.
Bizzie Høyer
Tað undrar eisini, at Michael Wivel sigur, at Bizzie Høyer (1888-1971) er púra gloymd sum listafólk í Danmark nú á døgum. Tí hon má tó hava havt talent fram um onnur, sum enn eru kend. Men kanska hevur hon ikki havt nakran góða, sum hevur kunnað hjúklað um minni hennara; men hinvegin er tað tó ein uggi, at hon her á landi hevur havt næmingar og vinir, sum skara framúr: Ruth, Ingálvur, Hans og Terji. Og í Danmark m.o.: Copra-málaran Ejler Bille.
Til Ingálv í 1968 – eftir eina vitjan hjá henni av Elsu og Ingálvi, og sum hon fagnaði tey bæði fyri – skrivar hon móti lívsloki sínum:
“ Lige meget hvor stor Forskel der kan være paa de Maal, man sætter sig som Kunstner, er der dog Ting, man kan blive helt enige om, - først og fremmest, at der maa staa en Overbevisning bag ens Arbejde, og at dette er Tilfælde for Dem, det lyser ud af Deres Arbejder.”
Hetta riddaraslagið fekk hann frá sínum gamla lærara. Og at hetta hevur merkt og glett hann, er eyðsæð.
Úr Ingutrøð
Jens av Reyni (1878-1948) var ágrýtin framburðsmaður, og eitt vet av treiskni hongur uppi í fólkferðini. Mamman, Christina, var friðarlig, mild og fólkaliga fínlig dama. Tey fingu tríggjar synir. Tann elsti Jens Pauli var vinnulívsmaður: skip og Fiskacentralurin og var ein framúr skemtari við stíli) og Sigird, ágrýtin og støðufastur: elektrikari og bilasølumaður. Ingálvur var yngstur. Allir sermerktir, vælhýrdir og við sera góðari sangrødd.
Elsa f. Thomsen og Ingálvur leitaði heim aftur á klettarnar eftir kríggið. Giftust og vunnu á øllum mótbrekkum, har onnur høvdu givust á hondum. Tey fingu átta børn, sum ymsu gávur teirra kennast aftur í.
Ingálvur
At lýsa Ingálv sum persón ber bara ikki til. Eitt so lítillátið menniskja, sum var so undirdýktur í ymiskum gávum. Teknari og málari – altjóða list! sigur Wivel. Sangari – tann besti! meina mong. Framúr sunnudagsskúlalæraran, minnast mong afturá. Var trúfastur, altíð við tí góða orðinum, hevði stílsans og so mangt, mangt annað. Men at gerast heiðursborgari í høvuðsstaðnum? Nei, takk!!
Og hansara persónliga støðutakan til lívsins spurningar skerst tó ikki burtur. Til hugs rann tí meðan filmurin mól henda strofan (Gfs.582, C.O. Rosenius):
“Gangi eg um heiðar fjøll og dalar,
fylgir vinur mær, eg hoyri hann;
tó ósjónligur hann til mín talar
troyst og revsing, sum mær tørva kann - -“
Og sum dømi um hansara stílsans eitt ørindi, úr hesi einastu alment kendu týðing Ingálvs á bundnum máli (Gfs. 861):
“Drottur ævinleikans mikil,
hann sum skapti hinmafør,
einsamur á fold hann gekk,
so fremmandur á egnu jørð.
Saknur, sorg og pína nívdu
hjarta hans, og heimsins neyð
bar hann, og á krossi bøtti
vára synd við skemdardeyð.”
Hvussu mong hann ringdi til, skrivaði bræv ella kort til, táið nakað var at gleðast um, og ikki minni táið mótgongd ella sorg høvdu vitjað, tað ber bara ikki til at meta um.
Tað kom fyri, at onkur sum í andvekri, mót- og máttloysi á nátt ringdi til hann, og bað hann syngja onkran sang í telefonina, sær til ugga -. Og hann gjørdi tað!
Einaferð, fyrr ella seinni, fer hetta “ótrúliga” menniskja at fáa eitt savn ella minni, okkum øllum at gagni, sum hann hevur uppiborið.
24.02.2010