Tí undar tað meg ikki sørt, at summi leggja so alstóran dent á týdningarleysar smálutir, tá ið tað snýr seg um føroyska málrøkt. Eitt er at lúka útlendskt burturúr; men at lúka tað burtur úr málinum, sum er føroyskt - tað er at reinsa fyri at reinsa, og tá er reinsingararbeiðið vorðið eitt slag av óvana og sektarismu heldur enn gjøgnumhugsaður málpolitikkur.
Føroyskt er jú sera fjølbroytt av so lítlum máli at vera. Til dømis kunnu vit siga bæði ríðibreyt og ríðingarbreyt, skrivibók og skrivingarbók. Hesum málfyribrigdinum greiddi Turið D. Joensen frá í sera áhugaverdari grein í Føringinum í fjør. Tað er at vóna, at Turið endarprentar greinina onkuntíð, tí hon er verd at lesa!
Í mong ár hevur svimjihylur verið í Gundadali; ið hvussu so er tveir hava verið undan tí, sum nú er. Í Havn hevur hann altíð itið Svimjihylurin í Gundadali. Miðskeiðis í sjeytiárunum fingu klaksvíkingar innilokaðan hyl, og skjótt hevði hvør bygd sín svimjihyl. Flestu havnarfólk siga svimjihylur; tey, ið siga svimjingarhylur, kanst tú telja á aðrari hondini (veit ikki, hvussu tey taka til aðrastaðni í landinum).
Í Føroyum hava vit altíð havt miklan stuttleika av, at íslendingar ?synda?, tá ið teir svimja - og eftirsum føroyingar allar dagar hava skammast við sítt egna mál, vistu vit, at tað mundi bara vera ein tíðarspurningur, áðrenn onkur málreinsari fór at leggja seg eftir at lúka orðið ?svimja? úr føroyskum. Hetta varð eisini roynt, tá ið nýggi svimjihylurin í Gundadali varð latin upp í 1982, og okkurt flogvit fann upp á at kalla hann Sundhøll - hóast havnarfólk altíð hava kallað hann Svimjihylin og einki annað. Onkur hendinga puristur leyp á leistum fyri navnauppskotinum, men kortini livdi Sundhøll ikki serliga leingi á mannamunni. Tað mundi eisini vera líka frægt, tí Sundhøll hevði skjótt komið í bland við elverkið á Sundi.
Men vit høvdu nóg illani skrúvað brúsurnar frá í nýggja svimjihylinum, tá ið okkurt málsligt orakul kunngjørdi fyri føroyingum, at tað eitur svimjingarhylur, og at svimjihylur er óføroyskt! Hví fingu vit ongantíð at vita, tí sum vanligt grundgóvu teir ikki. Hjá Føroya fólki var bara at gapa, tyggja og svølgja. Um sama mundið broytti Havnar Talvfelag navn til Havnar Telvingarfelag. Eingin veit hví. Eiga vit kanska at kvøða ?Tað var Flóvin Bænadiktsson, hann sat í búnari telving...??
Málfrøðisliga färt tú ikki prógvað, at svimjingarhylur er rættari ella føroyskari at siga enn svimjihylur. Tað skuldi bara vera so! Fýra grundir kunnu vera til, at svimjingarhylur skal eitast at vera rættari og føroyskari enn svimjihylur:
1) So ljóðar tað meir fornt.
2) So ljóðar tað bygdasligari.
3) So líkist tað donskum tað minni.
4) So líkist tað ikki havnarmáli.
Tann mest brúkta grundin, ?soleiðis-eitur-tað-á-íslendskum?, gildir ikki hetta dømið, eftirsum ?svimja? ikki er til í íslendskum. Men um rætt skal vera rætt, er -ingarformurin so ikki tíkin úr eingilskum? Onkur vil vera við, at tað er óføroyskt at benda sagnorð á henda hátt (svimji-), men hví eitur tað so ikki fiskingarvinna?
Um ?svimjihylur? er skeivt og óføroyskt, so mugu vit vera konsekvent - ikki bara pilka einstøk orð burturúr og friða onnur. So má tað eisini eita spælingarpláss, fiskingarvinna, veiðingarfloti, spælingarmenn, grátingarsurra, leiðingarsveinur, läringarpláss, óryggingarligur, läringarsveinur, drykkingarvísa, drekkingarvatn, spísingarseðil, átingargildi, koyringarkort, sitingarpláss, standingarpláss (!), súgvingarrør, rakingarblað, pissingarlingur, skítingarbýttur, rustingarkustur, brenningarstøð, brenningardepil, rullingarportur, Dýri Biðingardagur, bindingarklubbi, kókingarbók, steikingarpanna, ivingarmál, bíðingarrøð, steðgingarpláss, hølvingarspønir, høggingarjarn, spýggingarbakki, spýggingarsjúka, hostingarsevja, njósingarpulvur, snakkingarmaskina, kastingarbløka, lystingarliga, syrgingarligt, renningarhjól, vaskingarmaskina, bakingarpulvur, hoyringarbrek, talingarskeið, følingarhorn, dansingarhøli og kølingarskáp. Rokningarbók má vera bók við rokningum. Og hví ikki siga inningarskógvar, gleðingarboðskapur, hyggingaráð, útingarmøti, inningarfrensur og ?Jólafest er gleðingarfest?? Hetta er so mikið ófatanarligt, at eg fái bäði skrivingarkrampa og skrivingarskrubb!
Eitt er at leggja upp fyri flóðalduni av donskum og útlendskum orðum, máliskum o. ø. Men latið tað, sum er føroyskt, fáa frið! Tað kann so ongantíð gerast málspilla. Ella..?
Heri Eysturlíð,
Stockholm