Ingeborg, Karl og skattalætti

Karl og Ingeborg hótta við at leggja alt arbeiði niður, um sjómenn fáa ein skattalætta.

Grundgevingin er, at ein bólkur í samfelagnum ikki skal fáa betri sømdir enn annar.

Tað eru ikki meir enn eini trý-fýra ár síðani, at ein annar bólkur, handverkarar, ið fóru av landinum, fekk skattalætta. Tað skiltu øll, eisini sjómenn. Fingu teir hann ikki, so fóru teir ikki av landinum. (Ikki eitt orð frá Ingeborg og Karl um at leggja arbeiði niður).

Nú sjómenn skulu fáa skattalætta siga Ingeborg og Karl seg aftur skilja, men leggja eina við: kemur skattalætti, verður verkfall! (Skilji hann, ið skilja vil).

Eisini kundi verið stuttligt at vita, hvat Ingeborg heldur um tað, at fiskimenn saman við reiðarum keyptu fleiri túsund tons frá russum fyrr í ár. Hetta kemur so sanniliga eisini limum hjá Ingeborg til góðar.

Eitt kann eg siga Ingeborg og Karl. Umborð tosa menn dagliga um, hvar best man vera at søkja sær arbeiði um skattalættin ikki kemur. Skal tað verða Grønland, har tað er 40% í skatt, ein pers. frádráttur 40.000 kr., 3 mðr. umborð og 3 heima. Ella Norra har skatturin ikki er meir enn 25-30%. Ella Danmark, har teir ikki hava trupulleikar sum skattalættar, eftirlønarskipanir, tryggingar, føroysk tíðindi o.s.fr. at dragast við.

Bert fyri at vísa eitt dømi um, hvussu langt sjómenn í t.d. Danmark eru komnir í mun til okkum, skal eg her endurgeva eitt brot úr »Søfartsavisen«. Har stendur:

Konerne slår alarm! Den danske sømand har det ikke godt. Han er stresset og ensom. Han er træt og arbejder for meget. (Fýra til seks mánaðir feriu um árið, við løn). Víðari verður sagt at når han kommer hjem, falder han i søvn over det første glas rødvin og bemærker ikke at jeg (konen) har købt lækkert nyt undertøj.

Jyllandsposten 19.11.97.

Hann náði okkum. Vit hava langt á mál.

Eg vænti ikki, at menn venda heim aftur, bert tí hetta uppskotið verður samtykt. Men, at tað broytir, ella útsetir avgerðina hjá teimum, ið ætla at fara, ivist eg onga løtu í. Allur bati bøtur.


Vinarliga

Eyvind Joensen