Ingeborg Vinther vónbrotin

? Er tað rætt, sum vit hava sæð og hoyrt um ætlaða skattalættan hjá samgonguni, er tað eitt satt vónbrot, sigur Ingeborg Vinther

Skattalætti

? Hetta boðar ikki frá góðum.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er ógvuliga vónbrotin av tí, hon hevur sæð og hoyrt um ætlaða skattalættan hjá nýstovnaðu samgonguni.
Men hon leggur dent á, at hon hevur ikki tosað við samgonguna og hon hevur heldur ikki sæð útrokningarnar. So tað, hon veit um skattalættan, byggir bara á tað, sum hon hevur frætt úr ymsum fjølmiðlunum.
? Men er tað rætt, sum er borið fram í fjølmiðlunum, er tað eitt satt vónbrot, sigur hon.

Boðar ikki frá góðum
Hon heldur, at hetta boðar ikki frá, at ætlanin er at geva skattalætta, har sum skattalætti er harðast tiltrongdur og tað er hjá teimum lágu inntøkunum og tað er hon ógvuliga vónbrotin av.
? Eg hevði væntað, at hendan samgongan fór at hugsa meiri um tað vanliga fólkið, men tað tykist ikki so eftir tí, sum higartil er komið fram.
? Hetta er sami fíggjarpolitikkur, sum undanfarna samgonga førdi, tí hon hugsaði bara um loysing og tað hevði eg ikki væntað av hesi samgonguni.
? Tað sum eg væntaði útfrá tí, eg havi hoyrt frá øllum flokkum í valstríðnum, varð, at ein skattalætti skuldi tað koma lág- og miðalinntøkunum til góðar. Tað var hetta, sum eg væntaði og tí er tað, sum nú er komið fram, eitt vónbrot,.
? Er ætlanin bara at lívga tær góðu inntøkurnar og gloyma lág- og miðalinntøkurnar, er hendan samgongan ikki petti frægari enn tann, sum nú er farin frá.

Rætt at broyta marginalskattin
Kortini heldur Ingeborg Vinther, at tað er neyðugt at broyta marginalskattin, so tann partin av skattapolitikkinum hjá samgonguni, tekur hon undir við.
?Sum er, betala sjálvt vanlig arbeiðsfólk toppskatt av teimum seinastu krónunum og tað er rætt, at samgongan broytir tað, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Ingeborg Vinther tekur undir við formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag um, at hetta stimbrar ikki uppundir tankan um fakfeløgini skulu avmarka lønarkrøvini, fingu tey ein munagóðan skattalætta afturfyri.
Hon er ein av teimum fakfelagsleiðarunum, sum hava luftað tankan um, at fáa verkafólk ein skattalætta sum munar, kann tað umhugsast at halda aftur í lønarkrøvunum, men beinleiðis lønarsteðg, vil hon ikki hoyra talan um.
? Tað, sum er komið fram um skattalættan, eggjar ikki til nakað slíkt, sigur Ingeborg Vinther.