Ingi boðin á fund við Sea Shepherd

Fleiri av fólkunum frá sokallaða umhvørvisfelagsskapinum hava sett seg í samband við Inga Sørensen

Havnarmaðurin Ingi Sørensen hevur fingið fleiri fundarinnbjóðingar frá fólki frá Sea Shepherd, nú tey eru í Føroyum.

 

 

- Fleiri av hesum fólkunum hava ringt og eisini skrivað til mín á Facebook, har tey spyrja, um vit ikki kunnu seta okkum niður og práta saman. Eg havi svarað teimum, at vit kunnu altíð tosa saman, men tey skulu ikki forvænta nakað ávíst av mær, sigur Ingi Sørensen.

 

 

Sjálvur er hann av tí áskoðan, at føroyingar skulu gevast at drepa grind, men at Ingi Sørensen beinleiðis stuðlar átakinum hjá Sea Shepherd, vísir hann aftur.

 

 

- Eg stuðli teimum ikki, men hinvegin havi eg einki ímóti teimum. Eg haldi tað er fínasta slag, at tey eru her, tí tað setir líkasum futt í tað heila, sigur Ingi Sørensen.

 

 

Enn hevur Ingi Sørensen ikki tikið av fundarinnbjóðingunum, hann hevur fingið, men hann hevur gjørt onkra samrøðu við fólk frá Sea Shepherd, og tann samrøðan er tikin upp á video.

 

 

- Eg haldi, at vit skulu vera blíð við hesi fólkini og taka væl ímóti teimum. Um einki hendir, hava fleiri teirra kanska havt eina góða uppliving í Føroyum og duga at síggja, hvussu føroyingar veruliga eru, sigur Ingi Sørensen.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Inga Sørensen, tá hann í vikuni vitjaði í seinnapartssendingini á Rás2.