Ingi Højsted til Arsenal

Ungir føroyskir leikarar gerast alsamt meira áhguaverdir hjá útlendskum feløgum. Nú hevur enska stórfelagið, Arsenal, boðið Inga Højsted úr B36 at koma til royndarvenjingar

Yrkisfótbóltur


Seinasta góða árið ella so, hevur ein sonn eksplosión verið at sæð í áhuganum fyri ungum føroyskum fótbóltsleikarum.

Ferð eftir ferð hava vit hoyrt um ungar leikarar, sum sleppa á venjingaruppihald hjá útlendskum feløgum, og líkt er til, at teir eisini hava gjørt vart seg sjálvar á hesum ferðum.


Áhugi frá fleiri

Fyri stuttum vóru teir báðir, Jann Ingi Petersen úr B68 og Ingi Højsted úr B36 og vandu við hollendska stórfelagnum, PSV Eindhoven.

Eftir øllum at døma hava venjingarnar hjá teimum báðum gingið væl, tí teimum stendur nú í boði at fara niður aftur til venjingar.

Hesum verður so arbeitt við í løtuni, men umframt hetta, hava eisini onnur feløg sýnt áhuga.

Jákup í Stórustovu, sum er sonevndur fótbóltsagentur, hevur nú boðað frá, at enska stórfelagið, Arsenal, hevur boðið Inga Højsted at koma at venja við teimum.

Arsenal hevði talentskótar í Føroyum, tá U-16 kappingin var her, eins og teir eisini hava sæð Inga roynt seg við U-16 liðnum í Hollandi.

Sum nevnt, so stendur Inga eisini í boði at fara eina ferð afturat til Hollands, men Jákup í Stórustovu leggur afturat, at áhugi eisini hevur verið vístur frá fleiri øðrum feløgum á meginlandinum.


Aðrir eru eisini ávegis

Umframt teir báðar, Inga og Jann Inga, so er útlendsku áhugi eisini fyri fleiri øðrum ungum føroyingum.

Eitt nú var ætlanin, at tríggir ungir HB leikarar skuldu roynt seg uttanlands nú í heyst, men av ymsum ávum verður hetta í fyrstu atløgu av ongum.

Fyri nakað av tíð síðani skrivaðu vit, at Bjarni Jørgensen og Rani D. Christiansen skuldu á venjingarferð í Middlesbrough. Ætlanin var, at hetta skuldi verða í heystfrítíðini, eftir at U-16 liðið hevði verið í Hollandi. Á teirri ferðini varð Rani tíverri so óheppin, at hann meiddi sær knæið, og tí ikki kundi fara. Samstundis varð ferðin hjá Bjarna í fyrstu atløgu útstett.

Eisini U-18 landsliðsleikarin, Jón Rói Jacobsen, skuldi eftir ætlan royna seg uttanlands í heyst. Eftir EM-undankappingina hjá U-18 liðnum í Itala, skuldi hann leggja leiðina til Liverpool, men eisini hendan ferðin varð útsett vegna skaða. Hetta var annars aðru ferð, at Jón Rói skuldi til Liverpool, men í báðum førum hava skaðar útsett ferðina.