Seinnapartin í dag, sunnudagin, andaðist Ingi Mohr á sjúkrahúsi í Danmark, 66 ára gamal. Hann hevur verið álvarsliga sjúkur seinasta árið, og tað hevur verið sjónligt, hvussu sjúkan tyngdi Ingi Mohr hevur verið ein almennur persónur í eitt mannaminni. Rættuliga kendur gjørdist hann, tá ið hann stillaði upp til býráðið í Havn fyri mongum árum síðani og gjørdist ein sera virkin kommunalpolitikkari í mong, mong ár. Undan tí hevði hann arbeitt í kommunalu umsitingini.
Lívsverkið hjá Inga er uttan iva hansara ótroyttiliga stríð fyri føroyingum, sum eru bundnir av rúsdrekka og heilivági. Hann var annar stovnarin av viðgerðarstovninum Heilbrigdið á Velbastað, sum læt upp miðskeiðis í áttatíárunum, og síðan tá hevur hesin stovnur hjálpt túsundtals føroyingum, sum hava vunnið heilsuna aftur aftan á misnýtslu av alkoholi. Hesin stovnur hevði neyvan rokkið so langt, um ikki júst ein persónligheit sum Ingi Mohr stóð aftanfyri. Við sínum gløgga høvdi og sterka vilja var hann ein framúr lobbyistur og dugdi at flyta játtandi myndugleikanum soleiðis, at viðgerðini varð lív lagað.
Ingi var giftur við Annu, ættað av Eiði, og saman við henni sita eftir børn og barnabørn.