Ingilín er rúkandi ósamd við lands­stýr­is­mál­a­nevnd­ina

Landsstýriskvinnan hevur latið landsstýrismálanevndini svarið upp á fyribils niðurstøðuna hjá nevndini.

– Eg havi í gjár latið landsstýrismálanevndini ummælisskriv viðvíkjandi fyribilsniðurstøðuni hjá nevndini. Eg eri grundleggjandi ósamd við niðurstøðuna og havi grundgivið fyri, at eg á ongan hátt havi borið løgtinginum skeivar upplýsingar, sigur Ingilín Didriksen Strøm í viðmerking við FM1 og leggur afturat:

 

– Eg ivist ikki í, at landsstýrismálanevndin viðger mínar viðmerkingarnar í tí álvara, sum málið krevur, sigur sigur hon.

 

Tað var Jacob Vestergaard, løgtingsmaður Fólkafloksins, sum kærdi hana fyri landsstýrismannanevndini, tí at hann heldur, at hon hevur borið ósannar upplýsingar fyri Løgtinginum í sambandi við frágreiðing um støðuna hjá Bústøðum.

 

Tað heldur landsstýriskvinnan als ikki, at hon hevur gjørt.

 

Tingmenn og viðmerkjarar vóru skjótir at staðfesta, at landsstýriskvinnan nú mátti leggja frá sær. Men tað ætlar hon eftir øllum at døma ikki at gera.

 

Landsstýrismálanevndin skal nú viðgera svarið, og kann sjálvandi broyta støðu, um landsstýriskvinnan hevur nóg góðar grundgevingar. Men heldur landsstýrismálanevndin fast við niðurstøðuna, so verður trupult hjá landsstýriskvinnuna at yvirliva politiskt.

 

Jenis av Rana hevur longu boðað frá, at leggur hon ikki frá sær, so fer hann at leggja fram eitt misálitisuppskot á hana.

 

So er spurningurin, hvørja ávirkan grundgevingar hennara í svarskrivinum hava á tingmenn – og á Løgtingsumsitingina.