Ingolf S. Olsen á ting fyri Tjóðveldi

Tjóðveldi hevur brúk fyri fýra varafólkum, sum skulu hava fast sæti á løgtingi.

Tjóðveldi hevur brúk fyri fýra varafólkum, sum skulu hava fast sæti á løgtingi.

 

Tað er greitt, nú avrátt er, at Tjóðveldi fær trý fólk í nýggja landsstýrið, har flokkurin skal umsita fíggjarmál, fiskivinnumál og heilsumál.

 

Av tí at Høgni Hoydal er valdur á fólkating – og tí at Tjóðveldi eins og Javnaðarflokkurin hevur lovað, at tað verður ikki sami persónur, sum røkir fólkatingsessin og løgtingsess, verður brúk fyri fýra føstum avloysaum á tingi – treytað av, at tey trý landsstýrisfólkini verða vald millum tingfólkini.

 

Tey fýra, sum eru næst á listanum eru:

 

Bjørt Samuelsen í Havn

Óluvá Klettskarð í Klaksvík

Pauli T. Petersen í Vestmanna

Ingolf S. Olsen í Sørvági.

 

Bjørt Samuelsen hevur royndir úr løgtinginum og landsstýrinum. Óluvá Klettskarð var landsstýriskvinna í mentamálum í tvær vikur í september í 2008, og Pauli T. Petersen hevur okkurt skiftið havt sæti sum varamaður fyri Fólkaflokkin í farna valskeiði.

 

Ingolf S. Olsen hevur ikki havt sæti á tingi. Hann stillaði upp á løgtingsvalinum í 2011. Tá gjørdist hann nummar 12 á listanum við 146 atkvøðum. Hesaferð var hann nummar 11 við 154 atkvøðum.