Ingrid Betancourt ætlar at tosa við Nataschu Kampusch og Elisabeth Fritzl

Ingrid Betancourt heldur, at tær eiga at tosa um felags royndir av at vera gíslar

Ingrid Betancourt, sum var gísli hjá kolombisku rørsluni FARC í seks ár, til hon slapp leys í summar, ætlar sær at hitta eysturríksku kvinnuna Nataschu Kampucsh, sum var gísli í einum kjallara í Wien í átta ár. Harumframt ætlar Ingrid Betancourt at fáa orð á Elisabeth Fritzl, sum sat gísli hjá pápa sínum og fekk fleiri børn við honum.

Betancourt, sum júst hevur vunnið ta árligu heiðurslønina Women's World Award, sigur við CNN, at við sínum egnu royndum dugir hob væl at skilja tað, sum Nataschu Kampusch og Elisabeth Fritzl hevur verið fyri.

Natascha Kampusch var gísli í átta ár, áðrenn tað eydnaðist hanni at flýggja fyri tveimum árum síðani. Elisabeth Fritzl var gísli hjá pápa sínum, sum misbrúkti hana kynsliga og fekk sjey børn við henni. Hana sleppur Ingrid Betancourt ikki at hitta enn.

-Eg veit væl, at Elisabeth er avbyrgd enn, og at eg tí ikki kann sleppa at tosa við hana nú. Men hon og hennara skulu vita, at mínir tankar eru hjá teimum, sigur Ingrid Betancourt við CNN. Hon sigur, at hon ætlar at fáa orð á Nataschu Kampusch, so tær kunnu tosa um felags royndir.