Inn á gólvið í 35 listarheim

Listafólkini geva tjóðunum ein samleika gjøgnum sína list. Heim teirra eru eisini ein lýsing av teirri tíðini, tey hava livað, og av hvørjari stætt tey hava verið. Í bókini ²Nordiske Kunstnerhjem² støkka vit inn á gólvið hjá 35 kendum norðurlendskum listafólkum. Millum hesi er okkara egni William Heinesen.

Rithøvundurin Finn Jor sigur, at bókin prógvar, at tey norrønu londini hava nógv felags, sjálvt um tann politiska myndin í dag tykist at royna at oyðileggja hendan arvin

Jógvan Hugo Gardar, Oslo


Tá vit koma inn í eitt nýtt heim, so hyggja vit eftir hvussu tað sær út ? møblarnir, myndirnar á bróstinum og bøkurnar. Hetta gera vit ikki bert tí, vit eru forvitin og vilja vita, hvussu fólk búgva. Bygdin, húsini, litirnir og tað sum er inni í húsunum, fortelur okkum, hvør sum býr har. Soleiðis er tað sjálvandi eisini við okkara listafólkum.

- Øll lond hava onkran, sum gevur tjóðini ein samleika, og her eru listafólk oftani tey, sum skara framúr, sigur Finn Jor. Hann hevur havt høvuðsábyrgdina av bókini ²Nordiske kunstnerhjem², sum kom út hósdagin á donskum. Sosialurin hitti Finn Jor í heiminum hjá norska myndahøggaranum Gustav Vigeland í Oslo.

Finn Jor sigur, at tað ikki kemst uttanum, at norðmenn kenna seg aftur í Peer Gynt, at eitt av løgunum á Finlandia hja Sibelius er ²óalmennur² finskur tjóðsangur, og at H.C. Andersen og hansara ævintýr eru Danmark og danir, sum vit síggja danir, og sum teir sjálvir síggja seg. Fyri føroyingar er eingin ivi um, at lýsingarnar hjá Williami Heinesen av føroyingum og føroyska umhvørvinum eru meir beinraknar enn nógv av okkum dámar.


Heimið stóran týdning

Finn Jor sigur, at heimið hevur stóran týdning fyri okkum, sum búgva her norðuri.

-Tann langi, kaldi og myrki veturin ger, at heimið hevur meir at siga fyri okkum enn fyri fólk sum búgva í heitari og ljósari londum. Tí eru vit eisini upptikin av at gera nógv burturúr heiminum. Heimið er ikki bert eitt stað, har vit sova ella eitt vindskjól. Vit eru har helmingin av lívinum, vit gera tað til okkara, ein part av sjálvum lívinum; tí er tað ikki so løgið, at vit hava varðveitt so nógv av heimunum hja okkara listafólkum, meinar Finn Jor, ið hevur arbeitt sum mentanarblaðmaður millum annað í Aftenposten.

Í ²Nordiske kunstnerhjem² kaga vit inn í heimið hjá 35 norðurlendskum listafólkum. Tað eru umboð fyri heimlondini, sum hava gjørt av, hvør sum skal vera við. Fyrsti listamaðurin vit hitta, er Snorri Sturlasson. Hansara heim stendur ikki longur, men baðikarið er framvegis møguligt at síggja. Hetta er tann elsti listamaðurin í bókini; tey flestu sum eru umboðaði í bókini hava livað seinastu 200 árini, og felags fyri tey er, at ongin er á lívi í dag.


Fullkomin listapalett

Finn Jor sigur, at hann er serliga glaður fyri at hava fingið Ísland og Føroyar við í hesa bókina.

- Við umboðunum frá hesum báðum londunum er tann norðurlendska listapalettin fullkomin, metir Finn Jor, og fortelur um fyrstu og einastu ferð, tey eysturnorðurlendsku londini hava verið savnaði. Hetta hendi í München í 1877, tá tað skandinaviska listafelagið varð sett á stovn. Flestu kendu norðurlendsku listafólkini vóru á staðnum. Semjan var so stór um, at tey norrønu fólkasløgini vóru av sama slag, at ein stjórn var skipað við forseta og ráðharrum ­ og eini andstøðu.

- Skandinavisman vann ongantíð fram politisk, men kom álíkavæl at hava stóran týdning fyri okkara mentanarligu ættarbondum. Hon prógvaði, at vit hava felags ættarbond, men tíverri er tann norrøna kenslan í dag við at hvørva nógva staðni, og í staðin eru tað tær stóru fyritøkurnar, sum stýra, og so hava vit fingið euro. Tað norrøna hvørvur í baksýninum og norðanlondini vera limað frá hvør øðrum.

Finn Jor vónar, at ²Nordiske kunstnerhjem² kann vera við til at vísa okkum á okkara felags arv, og at tað norrøna aftur fær betri pláss í okkara gerandisdegi.

- Arbeiðið við bókini hevur prógvað fyri okkum, sum hava gjørt hana, at vit hava nógv at byggja á í Norðurlondum.


Ikki sneyting

Finn Jor sigur, at hendan bókin ikki á nakran hátt er ein ²heima-hjá-reportasja², sum vir kenna frá teimum littu vikubløðunum.

- Eingin av listafólkunum hava verið til staðar, tí tey liva ikki longur. Tey eru bara til staðar gjøgnum tað ,tey hava eftir seg av líviðog verkum. Vit fara inn á gólvið hjá so mætum listafolkum sum Ludvig Holberg, Karen Blixen, Alvar Aalto, Jean Sibelius, Emil Wikström, Anders Zorn, August Strindberg, Selma Lagerlöf, Edvard Munch, Edvard Grieg, Gustav Vigeland, William Heinesen og so framvegis. Tey flestu eru kend listafólk fyri tey flestu, men onkur hitta vit fyri fyrstu ferð, og tað er bara gott.


Vøkur bók

²Nordiske kunstnerhjem² er sera snotulig við hópum av litmyndum frá listaheimunum. Tær flestu myndirnar hevur Jiri Havran tikið, men tær føroysku hevur Per á Hædd tikið, meðan tað er Gunnar Hoydal, sum hevur skrivað um William Heinesen. Bókin kemur út á fimm málum: norskt, svenskt, finskt, danskt og enskt. Arbeitt verður við at fáa hana út á fronskum og týskum eisini.

- Okkara vón er, at hendan bókin kann lokka bæði norðbúgvar og onnur til at vitja okkara lond og vitja listaheimini. Tey flestu listaheimini eru nevniliga í dag opin fyri almenninginum, sigur Finn Jor.

- Um hetta verkið fær nakran týdning fyri norðurlendska felagsskapin, er ikki gott at siga. Eg veit ikki, um politikkarar lesa bøkur. Mín roynd er, at alt ov fáir politikkarar lesa annað enn fundarpappír. Men fyri okkum onnur váttar hendan bókin, at vit hava nógv felags, og møguliga eiga vit at gera sum listafólkini gjørdu í 1877: at skipa Norðanlond uttan landamørk, sigur Finn Jor at enda.