Innanbeistið glefsar

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Sjálvandi eiga stjórar og leiðarar at fáa góða løn, fyri ikki at siga feita løn, ja, ella lukrativa løn, sum hon eitur viðhvørt.

Tí stjórar og leiðarar hava ábyrgd. Og ábyrgd er sum botulisma, hon er ikki at spæla við.

Tey, sum koyra bussarnar í Havn, hava eisini stóra ábyrgd. Hvør bussførari hevur ábyrgdina av fleiri hundrað fólkum hvønn einasta dag, at tey sleppa trygt frá Ð til Á og aftur. Tí fáa bussførarar sjálvandi nakrar krónur meira í løn enn onnur arbeiðsfólk.

Uppi í móti rættvísari løn hjá teimum, sum hava ábyrgd, er ólekjandi øvundsjúkan. Hví skulu tey, hasi har, hava so nógv, tá vit onnur fáa millum lítið og einki fyri ábyrgdarleyst at gera millum lítið og einki at gera?

Fyri at koma til arbeiðis klokkan eitt korter til níggju og fara til hús klokkan tveir minuttir í fýra?

Tað er gott undirhald og rakar beint í solar plexus hjá innanbakbeistinum uttan innaneftirlit, tá onkur fær eina rúgvu í løn ella skal fáa meira í løn. Tví vorði teimum, sum kenna sítt egna virði og ikki skammast við at krevja nakað fyri tað.

Fjølmiðlarnir, sum alla tíðina renna eftir undirhaldinum og øvundsjúkini, lægsta felagsnevnaranum, í staðin fyri at gera sína skyldu, eru sjálvandi við, tá innanbakbeistið skal út at goyggja og glefsa.

Men pengar eru jú ikki alt. Eingin verður lukkulig/ur av pengum. Tú fært einki við tær í grøvina. Tú kanst ikki keypa tær eydnu fyri pengar. Flatskatturin er einasti uggin hjá teimum, sum fáa nógvar pengar tann rætta vegin.

Fyri nøkrum árum síðani hevði ein nýggj vinna brúk fyri pengum, so hon slongdi út boðskapin um trivnað á arbeiðsplássinum. Nú skuldu arbeiðsplássini ikki longur vera tað, tey eru, arbeiðspláss, men vælverumiðstøðir. Starvsfólkapolitikkur er líka so høpisleysur sum føroyskur politikkur. Fólk fáa løn fyri at arbeiða, summi meira enn onnur og nøkur nógv meira enn onnur. Tey fastløntu fáa eisini løn, meðan tey eru í summarfríi, jólafríi í tvær vikur minst og frítíðarløn afturat og eftirløn, tá tey eru givin at arbeiða. Hava tey so rætt til trivnað aftur at allari hasari lønini?

Jú, so sanniliga, siga mennarar og kógsjarar.

Í sáttmálanum, sum eg arbeiði eftir, stendur alt møguligt um starvsfólkapolitikk. Tað hevur staðið har í nógv ár, heilt nógv ár. Tað stendur bara har. Og har stendur tað helst væl, tí verður tað standandi uttan at verða brúkt. Eg vil nógv heldur hava meira í løn enn starvsfólkapolitikk og trivnað og annað, sum rokningar ikki kunnu gjaldast við ella, sum kann tveitast í døgurðapottin.

Eina ferð varð okkurt teskað um, at størri ábyrgd er tað sama sum meira í løn til okkara á teimum óbonaðu gólvunum. Men tað varð teskað so lágt, at eingin hoyrdi tað.

At biðja nyttar einki. Tí keisarin skal hava tað, sum hansara er, siga teir har, sum bønirnar verða sendar.

Fyrrverandi stjórin í ALS kann lættliga fáa meira í løn enn hann fær fyri ikki at vera stjóri í ALS.

Hann kann melda seg inn í ALS og fáa 17.000 og nakað afturat um mánaðin.

Eftir 1.mars verður 25 kr. bíligari at rýma úr Føroyum. Hinu megin turbulensin er stráfóðrið (fyrr gras) altíð grønari og síðari og lønin er betri, eisini hjá teimum, sum onga ábyrgd hava, heldur ikki ábyrgd av sær sjálvum.

Gleðin í gleðiboðskapinum er gleðin at taka gleðina frá øðrum at boða gleðina í gleðiboðskapinum.