Innandura fótbóltshallir mangla í Føroyum

(Rás2) Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB var gestur í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag

Nýggi íslendski venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson vitjaði fótbóltspanelið í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin í dag. 

 

Tróndur Arge var vertur, og fyrst umrøddu teir hvussu tað ber til, at Heimir Guðjónsson er endaður í HB.

 

Heimir Guðjónsson greiðir frá, at reint professionelt er FH, sum hann var venjari hjá í 10 ár betur fyri við nógum umstøðum. Men hann leggur dent á, at hann er sera hugtikin av teimum mongu sjálvbodnu sum hjálpa til í HB. Á tí økinum heldur hann, at HB kann læra FH nakað.

 

Um munin í framgongdini hjá føroyskum og íslendskum fótbólti vil Heimir Guðjónsson serliga framhevja innandura fótbóltshallirnar, sum hann heldur hava havt ein stóran og týðandi lut í at flyta íslendskan fótbólt rætta vegin.

 

Íslendski venjarin hjá HB staðfestir, at skal føroyska landsliðið betra seg enn meiri, so er neyðugt, at tað føroyska landsliðið verður - eins og tað íslendska  - bara mannað við yrkisspælarum, ið spæla uttanfyri landoddarnar.

 

Heimir Guðjónsson torir ikki at lova HB-viðhaldsfólkunum eina endastøðu, har HB endar millum fýra tey ovastu liðini, men hann vónar, at tað gerst veruleiki. Hann slær fast, at Víkingur, NSÍ, KÍ og B36 eru øll sterk lið, og tí verður tað torført.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Guðjónsson hevði við Heimir Guðjónsson í fótbóltspanelinum á Rás2 seinnapartin.