Innbrot í hjallin hjá Koks í Nyhavn

Sunnukvøldið hevði kenda føroyska matstovan Koks, sum í løtuni er á vitjan í Nyhavnini í hjartanum av Keypannahavn, óbodnan gest – ella gestir á vitjan.

 

– Tað var áðrenn síðsta starvsfólkið fór til hús, at lagt varð til merkis – meðan hann sat og gjørdi kassan upp, at hjalshurðin stóð opin, greiðir Johannes Jensen, stjóri á Koks, frá.

 

Les eisini: Koks í Nyhavn: PR fyri Føroyar og føroyska matmentan

 

Matstovan heldur til í hølunum hjá vínbarrini »Den Vandrette« á Havnegade 53a. Og úti á bryggjukantinum stendur mobili hjallurin Skerpi, sum er bygdur til Koks. Hjallurin er á hjólum, og hevur verið fleiri staðni kring landið í Føroyum, áðrenn hann nú fór við Koks til Keypmannahavnar.

 

Hjallurin er innrættaður sum matstova í øðrum endanum við beinkjum og borði – meðan hin endin er ein hjallur, har tey vitjandi síggja, hvussu føroyskur matur verður turkaður og ræsaður.

 

Óbodni gesturin hevur nýtt eitt skrúvublað og hevur hegnisliga latið hurðina upp – uttan at bróta nakað, greiðir Johannes Jensen frá.


Les eisini: Koks fær seks stjørnur av seks

 

 

– Hann hevur tikið tvær skinnpútur og ein lykil. Men einki er brotið, sigur hann.

 

Mikudagin hevði føroyska matstovan annars forkunnuga vitjan, tá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevði boðið fólkatingslimum og øðrum til móttøku á Koks í sambandi við, at allir statsstovnar skulu flagga við føroyskum flaggi á ólavsøku.