VAKTHAVANDI: Innbrot var í einum sethúsum í Jónas Broncksgøtu í Havn í nátt. Tjóðarnir brutu ein rút í kjallaranum, fóru inn og stungu av við tveimum kassum av øli og eini 4-5 fløskum av spiritus.
Náttin upp undir Ólavsøkuaftan gekk annars friðarliga fyri seg, sigur politiið. Tó at nógv fleiri fólk vóru í býnum í gjár enn eitt vanligt leygarkvøld, so hevði politiið ikki meira at gera enn júst eitt vanligt leygarkvøld, sigur vakthavandi.
Tey ungu fáa rósandi orð við sær frá vakthavandi - í hvussu so er fyri farnu nátt.
-Tað tykist, sum at fólk duga betur og betur at skikka sær, tá tað verður drukkið, sigur hann.