Tey sjey londini, sum eru rakt av forsetaboðunum frá Trump, vóru upprunaliga markað sum lond at halda eyga við orsaka av møguligum vandum, av Obama stjórnini.
Sean Spicer, fjømiðlafólk í Hvíta Húsinum hevur sagt við útlendskar miðlar, at hesin listin var grundarlag fyri, at júst hasi sjey londini vóru vald av Trump. Fólk úr Sudan, Libya, Syria, Iran, Somalia, Yemen og Irak sleppa ikki inn til USA í 90 dagar orsaka av hesum forsetaboðum.
Í desember 2015 undirskrivaði Obama eina lóg, sum skuldi gera tað torførari hjá summum fólkum, sum høvdu vitjað Iran, Irak, Sudan ella Sýria. Tveir mánaðir seinni legði Obama Libya, Somalia og Yemen aftrat tí listanum. Forðingarnar vóru galdandi fyri tey, sum høvdu vitjað ein av hesum londum frá 1. mars 2011.
Hesi forboð viðførdi millum annað, at fólk, sum áðrenn høvdu rætt til at ferðast til USA, men ikki høvdu fullan amerikanskan borgaraskap og sum høvdu verið í einum ella fleiri av hesum londunum í hesum tíðarskeiðið, skuldi søkja um loyvi umaftur.
Bannið hjá Trump er munandi meira umfatandi, skrivar CNN. Hetta bannið viðførir, at fólk úr hesum londum als ikki sleppa til USA. Hava tey tó visum til at sleppa inn, ja so skulu tey søkja umaftur.
Hetta veit CNN í dag.