ÚTLAND
Fartekst
Talan er ikki um eitt uppskot frá stjórnini hjá Tony Blair, men um eina nýggja frágreiðing við uppskotum, sum hava til endamáls at forða ófriði og mótsagnum millum tey ymsu fólkasløgini í Bretlandi.
Uppskotini eru fleiri, men uppskotið um at krevja, at fremmandafólk skulu svørja trygdareið, er tað mest víðgongda. Hendan mannagongd er kortini ikki heilt ókend, tí Kanada hevur longu hesa skipanina.
Tað er einki at ivast í, at kravið um trygdareið fer at fáa stóra mótstøðu. Nýggja uppskotið fer munandi longur enn tað, sum David Blunkett, innanríkisráðharri legði fram seinasta vikuskiftið, og sum elvdi til nógv orðaskifti.
Í teirri nýggju frágreiðingini verður eisini skotið upp, at tey fremmandu skulu leggja seg eftir at tosa enskt meira, enn tey gera í dag, og sagt verður, at myndugleikarnir eiga at reka ein meiri miðvísan politikk ímóti rasuskilnaði.
Farið varð undir at skriva frágreiðingina eftir teir ógvusligu samanbrestirnar í fleiri enskum býum í summar.