Innikavaður í bili í tveir mánaðir

Tá tveir menn á kavaskutara gravaðu seg fram til bilin á myndini, sóu teir, at okkurt rørdi seg inni í bilinum. Hendingin fór fram í Svøríki nú um dagarnar. Tað, sum rørdi seg inni í bilinum, var ein 44 ára gamal svii, og bilurin hjá honum var undirkavaður við Umeå í Svøríki.

Maðurin upplýsir sjálvur, at hann hevur ligið innikavaður í bilinum - og innistongdur - heilt síðan 19. desember í fjør. Einasta, sum hann hevur etið alla hesa tíð, er eitt sindur av kava.

Svenska løgreglan sigur seg onga orsøk hava ikki at trúgva tí, sum hin 44 ára gamli sigur. Maðurin var ógvuliga illa at holdi komin, og hann var næstan bara húð og bein.

- Tað er heilt ótrúligt, at maðurin er á lívi, og tað er ótrúligt, at hann ikki er frystur í hel. Her hava verið heilt niður í 30 kuldastig. Men ivaleyst hevur kavin, sum gyrdi bilin inni, virkað sum bjálving, sigur Ebbe Nyberg hjá løgregluni i Umeå við svenskar tíðindamiðlar.

Tá sjúkrabilur kom á staðið, lá neyðars maðurin innballaður í ein soviposa. Hann var ógvuliga illa fyri, men hevði vit, tó so útlúgvaður, at hann fekk lítið og einki sagt.