Innirógving og ílatnir steinar

Snartíðindi frá sunnudegnum

Føroyingar fingu ein nýggjan heimsmeistara í gjár, tá Bogi Olsen gjørdist heimsmeistari í innirógving fyri lættvektarar í aldursbólkinum 40 til 49. Jens Kristian Dam gjørdist nummar tvey í somu kapping.

-          Eg hevði ikki roknað við, at ein lítil maður úr Rituvík skuldi vinna HM í Boston í dag, sigur Bogi Olsen við in.fo.

 

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurdi í løgtinginum í vikuni, um krøv ikki eiga at vera sett til, hvussu fólk nýta almennu hjálpina tey fáa.

- Eg haldi, at vit tosa ov lítið um, hvussu pengarnir verða brúktir, og hvussu kunnu vit hjálpa teimum burtur úr trupulleikunum, segði Jákup Mikkelsen, tá viðurskiftini hjá heimleysu í Føroyum vóru umrødd í tinginum.

 

Pitsukokkurin í Hvonn, Tummas Jakobsen, hevur nú gjørt yvir eina millión pitsur. Her er ein kykmynd, sum myndamaður okkara, Álvur Haraldsen gjørdi, meðan Tummas Jakobsen gjørdi pitsu nummar eina millión.

 

Í øðrum róðrartíðindum, so er Rúni Joensen vorðin nýggjur formaður í róðrarfelagnum Knørri.

 

Nógv arbeiða liggur í at klæða bundna steinin í Sandoy av nýggjum.

- Vetur og vindur fara illa við tí bundna, sigur Katrin Petersen.