Fimm ung listafólk, ið øll búgva uttanlands, sýna komandi vikurnar fram myndlist í Müllers Pakkhúsi í Havn. Framsýningin letur upp klokkan 16.00 í dag. Tey, sum sýna fram, eru Halldis Olsen, Heiðrik á Heygum, Jens Dam Ziska, Jóannes Lamhauge og Silja Strøm.
Umframt, at tey øll búgva uttanlands er ein felagsnevnari eisini, at tey eru lutfalsliga ung. Silja Strøm er yngsti luttakarin og er 23 ár, meðan Jens Dam Ziska er elstur og er 28.
Hóast unga aldurin hava tey øll áður sýnt fram, eitt nú á Ólavsøkuframsýningini.
Framsýningin hevur fingið navnið Innrás og hevur opið allar dagar fram til 28. august millum klokkan 16.00 og 20.00.
Til ferniseringina í dag fer Inger Smærup Sørensen at greiða frá føroyskari list.