Nú verður felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2013/2014.
- Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2007 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, skulu siga frá týsdagin 22. ella mikudagin 23. januar.
Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu vísir á, at til ber at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.
Tá felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlar og foreldur boð um, í hvønn skúla næmingar skulu koma í 1. flokk.
Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu sigur, at innskriving í skúlarnar í høvuðsstaðarøkinum, skúlan á Argjahamri, Venjingarskúlan, Tórshavnar Kommunuskúla, Sankta Frans skúla (1. fl. og forskúli), Eysturskúlan, Hoyvíkar skúla og Skúlan við Løgmannabreyt verður í býráðssalinum týsdagin 22. og mikudagin 23. januar, báðar dagarnar klokkan 15-18.
Við sær skulu foreldur ella verjar hava avrit av dóps-/navnabrævi, men til ber eisini at ringja í býráðssalin somu tíð.
Innskriving í hinar skúlarnar í Tórshavnar kommunu verður í Kollafirði, týsdagin 22. januar klokkan 15, í Kaldbak, týsdagin 22. januar klokkan 12.30, Velbastað, týsdagin 22. januar klokkan 15-17 og Nólsoy, týsdagin 22. januar klokkan 17.30-18.30.
- Børn, sum skulu í frítíðarskúla, verða innskrivað í býráðssalinum/ skúlanum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til frítíðarskúlan í Snarskivuni í Havn, sigur Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu, sum annars vísir til heimasíðuna www.torshavn.fo