Inntøkurnar vóru 1,239 milliardir krónur

Grannskoðaði roknskaðurin fyri 2022 varð lagdur fyri býráðið í kvøld og einmælt góðkendur. Samlaðu inntøkurnar í 2022 vóru 1.239 mió.kr, sum er 71 mió.kr ella 6,1% hægri enn inntøkurnar árið fyri.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna eftir býráðsfundin í kvøld.

 

Fíggjarnevndin hevur sambært kommunustýrislógini ábyrgd av at leggja grannskoðaðan roknskap saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri kommunustýrið til góðkenningar og undirskrivingar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði roknskapin fram og nevndi, at samlaðu inntøkurnar í 2022 vóru 1.239 mió.kr, sum er 71 mió.kr ella 6,1% hægri enn inntøkurnar árið fyri.

Hækkingin í samlaðu skattainntøkunum stavar frá økingum í ávikavist kommunu-, partafelagsskatti og skatti av eftirlønarinngjøldum.

Rakstrarútreiðslur

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru 933 mió.kr samanborið við 895 mió.kr árið. Vøksturin er 38 mió. kr ella 4,2%.

Orsøkirnar til øktu rakstrarútreiðslurnar eru í høvuðsheitum økt virksemi og harvið búskaparvøkstur og tilflyting til kommununa.

Størsti útreiðsluvøksturin í krónum var á tekniskaøkinum við 15,8 mió. kr. og á   barnaansingarøkinum.við 14,6 mió. kr.

Íløgur

Í 2022 blivu gjørdar íløgur í kommununi fyri íalt 275 mió.kr. Av hesum vóru 32,1 mió.kr íløgur hjá Tórshavnar Havn.

Íløgurnar vóru gjørdar soleiðis:

    Eldraøkið 2 mió. kr.

    Barnaansing 8,4 mió. kr.

    Undirvísing 2,4 mió. kr.

    Mentan og frítíð 64 mió. kr. Av størri verkætlanunum kann nevnast langhylur 38 mió. kr. Stórhøll 11 mió. kr. Ljósskipan til ovaravøll 7 mió. kr.

    Teknisk mál 142,6 mió. Harav vóru orkuátøk 20 mió. kr. Fríðkan av kommununi 37 mió. kr. Byggibúning 43 mió. kr og vegir 31 mió. kr.

    Kommunal virki 55,7 mió. kr. Harav vóru íløgur í smábátahavnir fyri 23,5 mió. kr. og 32 mió. kr. vóru íløgur í Tórshavnar havn.

 

Úrslit og fíggjarstøða

Rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið fyri 2022 var eitt hall á 1,5 mió. kr samanborið við eitt avlop árið fyri á 60 mió.kr.

Játtanir at flyta fram til komandi ár er 20,4 mió.kr fyri rakstur og 200,5 mió.kr fyri løgur.

Langfreistaða skuldin við árslok 2022 var 233,5 mió.kr. Av hesum hoyra 225,5 mió.kr til Tórshavnar havn og 8,0 mió.kr til Tórshavnar kommunu.

Samlaði tøki peningurin við árslok 2022 var 192,5 mió.kr.