Internet samband til ferðandi hjá land og kommunu

Eg havi skrivað nógv um hetta mál um at fáa hotspotsøki innan tað almenna. Serliga havi eg hugsað at bjóða ferðandi í Tórshavnar kommunu internetsamband, har sokallaði hotspots verða uppsett.

Har ein t. d. kundi byrjað á býðarbókasavninum og bjóðað tænastuna aðrastaðni hjá Tórshavnar kommunu. Eitt nú til ferðandi. Men, her eru fleiri atlit, sum skulu takast, og Tórshavnar kommuna arbeiðir við málinum.
Eg frøist nú um, at Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, nú tekur málið upp um at fáa internetsamband til ferðandi umborð á Smyril.
Hetta skuldi verið komið beinavegin, tá ið nýggi Smyril kom. Men betur seint enn ongantíð. Vit mugu fylgja tíðini og ikki allatíðina vera aftanfyri innan KT-øki og samskifti.
Tað almenna kann bjóða hesa tænastu út og finna onkran sum vil gera íløguna. Tað eru fleiri sum kunnu bjóða hesa tænastu, ikki bara Føroya Tele, sum eg vænti er ímóti at fáa hotspotsøkir, tí Føroya Tele bjóðar 3G, og Føroya Tele fer at missa kundar, um onnur koma inn á teirra øki. Men, tíbetur eru tað onnur sum kunnu gera eina tílíka skipan.
Í Tórshavn eru nøkur hotspots økir, serliga eru tað privat vinnurekandi sum bjóða hotspots/internet samband til gestir.
Nú er tíð uppá at land og kommunur kunnu bjóða internet til ferðandi. Her hugsi um internet/hotspots samband umborð á ferjum, ferjumlegum, bussum og á øðrum almennum stovnum. Næsta stigið kundi verið á Landsbókasavninum, býðarbókasøvnum osv. Sum nú er, er tænastan ikki tilstaðar. Hetta er langt úti eftir mínari fatan. Hugsa tær til at farið ein túr við bussinum til Kollafjarðar ella Klaksvíkar og kunna logga teg á á eina Hotspots Wi-Fi skipan. Hetta er púra vanligt í okkara grannalondum, og tað eru nógv fólk sum nýta busssamband fleiri tímar um dagin.
Tað almenna má fylgja við og ikki halda at alt kemur av sær sjálvum!
Tað er eingin forðingur fyri at td. kommunur og landið bjóða hesa tænastu, um borgarin betalir fyri tænastuna og at onkur privatur vinnurekandi stendur aftan fyri tænastuna.?Men, besta loysnin er at tað eru frítt internet, sum vit kenna frá Danmark, bæði í tokum, bussum og á Ríkissjúkrahúsum í Danmark. Ja, listin er langur og eg fari ikki at nevna alt her. Men, frítt internet skulu vit ikki vanta at fáa í hesari kreppu tíð.
Eftir mínum tykki er 3G besta loysnin, men henda tænastan er sera kostnaðarmikil, og tað føroyska netið er ikki í topp til eina 3G skipan.
Um vit fáa internet/hotspots samband umborð á Smyril, eru fleiri atlit sum skulu kannast. Tað er trygd, fylgisveinanet, og alt tað tekniska, sum er við tílikar skipan. Eitt annað er 3G, har er tað føroyska netið ikki í top og GSM sambandi umborð á Smyril er heldur ikki i lagið.
So her eru fleiri ting, sum skulu skipast, áðrenn tílík tænasta kann bjóðast almenna rúminum, men hetta er ein íløga sum krevst fyri at vit føroyingar kunnu vera stoltir av okkum sjálvum og fylgja við tíðini eisini innan KT-øki.
Sum nú er fylgja hvørki land ella kommunur við á KT- økinum, við serligum atliti til at bjóða hesa tænastu til vanliga borgaran. Hetta er eisini sera gott fyri okkara ferðavinnu.
Mín áheitan er á land og kommunur at fylgja við á hesum øki og at bjóða internet samband til ferðandi má vera fyrsta stigið. Men enn er nakað eftir á mál.