Intertoto-kappingin verður nú broytt

Fótbóltur: Intertoto-kappingin, sum VB hevur rætt til at luttaka í, verður nú broytt

Summarkappingin hjá UEFA, tann sonevnda Intertoto-kappingin, verður nú broytt.

Føroysk lið hava luttikið í kappingini seinastu árini, har tey hava spælt fýra dystir ? tveir heimadystir og tveir útidystir.

Men kappingin hevur verið í einum slag av kreppu seinastu tvey árini, tí lið úr teimum fremstu fótbóltslondunum í Europa ikki hava havt áhuga í at luttikið ? hóast trý tey bestu liðini í kappingini sleppa við í UEFA Cup-kappingina.

Orsøkirnar eru fleiri. Peningaliga er vinningurin hjá feløgunum ikki so stórur, og harumframt verður kappingin spæld um summarið, tá flestu landskappingar liggja stillar, og leikararnir hava høvi til at taka sær eitt sindur av løttum.

Men nú verður kappingin so broytt. Størsta broytingin er, at í staðin fyri fýra dystir í einum innleiðandi bólkaspæli verður frá nú spælt eftir Cup-skipanini frá fyrsta dysti av. Tað hevur so aftur við sær, at summi lið bert fáa ein dyst í kappingini.

Eitt sindur spell fyri føroysku liðini, sum inntil nú altíð hava fingið í minsta lagi fýra dystir.

Sum nummar fýra í landskappingini í fjør hevur VB í ár rætt til at umboða Føroyar í Intertoto-kappingini.