Intrum misti nummarpláturnar

Tá stjórin í inn­krevj­ing­ar­fel­­ag­­num In­trum vaknað­i gjár­a­­morg­un­in var tað til eina snóp­­i­s­­liga sjón.

Tí um nátt­ini hevði løgreglan ver­ið í tún­­­i­num hjá honum og klipt numm­­a­r­pát­ur­nar av bil­inum hjá inn­krevj­ing­­ar­­fel­­ag­num, sum hevur ser­­merkta slagorðið »Ikki gera ikki nakað«. Um tað merk­ir, at tú ikki skalt gjalda veg­skatt, ella »ikki skalt ikki gjalda vegskatt«, sigur søgan kanska nakað um.

Vit hava roynt fleiri ferð­ir at fáa eina við­merk­ing frá Ják­upi Bech Jen­sen, stjóra í Intr­um, um inn­krevj­ing­ar­fel­ag­ið, sum hev­ur spes­i­al­i­ser­að seg í at plága fólk til at gjalda rokn­ing­ar, er ein so ring­ur bet­al­ari, at neyð­ugt var hjá løg­r­egl­uni at klippa plát­ur­nar av bil­i­num á miðj­ari nátt.
Men stjórin hevur ikki svar­að okkum enn...