Irak er fyrireikað til kríggj

Tað sigur Saddam Hussein, forseti. Samstundis leggja amerikanarar seinastu hond á eina ætlan um, hvussu Irak skal skipast, eftir at Saddam er rikin frá

Einki bendir á, at irakski forsetin, Saddam Hussein, ætlar sær at slaka fyri trýstinum úr USA. Í einari sjónvarpsrøðu sunnukvøldið ávaraði hann amerikanararnar um, at irakska fólkið er fyrireikað til kríggj.
Hann legði samstundis eftir vápnaeftirlitsmonnunum hjá ST, sum hann segði vera njósnarar.
- Ístaðin fyri at leita eftir hópoyðingarvápnum fyri at avdúka lygnirnar hjá lygnaranum hava eftirlitsmenninir áhuga fyri irakskum vísindafólkum og at spyrja arbeiðsfólk um ymiskt, sum ikki er til. Eisini royna teir at savna upplýsingar um lógligar herstøðir og lógliga hernaðarframleiðslu, segði irakski forsetin í røðuni.
Samstundis sita amerikanskir embætismenn og leggja seinastu hond á eina ætlan um, hvussu tað irakska samfelagið skal skipast, eftir at Saddam Hussein er fallin. New York Times skrivaði í gjár, at stjórnin í løtuni leitar eftir einum manni, sum skal hava ta ovastu umsitingarligu leiðsluna í Irak. Sambært embætismonnum skal maðurin ikki vera heryvirmaður, men heldur ein við umsitingarligum royndum.
New York Times sigur seg eisini hava fingið at vita, at eftir amerikansku ætlanunum skulu leiðandi irakar dragast fyri ein hernaðardómstól, meðan teir, sum hjálpa USA og tess sameindu at koyra Saddam Hussein frá, fáa grið.
Amerikanska ætlanin miðjar eisini eftir at taka ræðið á iraksku oljukeldunum, og at inntøkurnar frá oljuni skulu fíggja tað, sum tað fer at kosta at endurbyggja landið aftan á eitt kríggj.
Fleiri amerikanskir leiðarar hava fyrr nevnt, at USA ætlar at fáa útlagnar irakar at skipa eina tillagingarstjórn, men sambært New York Times er hendan ætlanin slept.