Iran sent fleiri rakettir eftir Katar í dag

Sambært almenna sjónvarpinum í Iran fremur iranski herurin í dag eisini álop á høvuðssætið hjá amerikansku herdeildunum í Irak

Katar hevur verið fyri fleiri álopum úr Iran

Myndugleikarnir í Katar siga, at herurin í dag hevur forðað einari røð av nýggjum álopum úr Iran.

 

Tilsamans 13 iranskar rakettir og fýra iranskar dronur eru forðaðar í at raka málum í Katar.

 

Haraftrat endað ein iransk rakett á sjónum, siga myndugleikarnir í Katar. 

 

Sambært almenna sjónvarpinum í Iran fremur iranski herurin í dag eisini álop á høvuðssætið hjá amerikansku herdeildunum í Erbil í Irak.

 

 

 

Katar hevur verið fyri fleiri álopum úr Iran