Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, skal hitta serliga sendimannin hjá USA, Steve Witkoff.
Tað vita almennir iranskir tíðindamiðlar at siga í dag.
Sambært tíðindamiðlum er tað forsetin í Iran, Masoud Pezeshkian, sum hevur givið boð um at byrja samráðingarnar um eina kjarnorkuavtalu.
Sagt verður eisini, at iranski uttanríkisráðharrin hevur havt telefonsamrøður við uttanríkisráðharrarnar í Saudi Arabia, Egyptalandi og Turkalandi.
Her hava ráðharrarnir sambært iransku tíðindastovuni Irna samskift um gongdina innanlands og í altjóða høpi seinastu tíðina.
USA hevur enn ikki váttað, at fundur skal verða ímillum iranska uttanríkisráðharran og serliga sendimannin hjá USA.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt Iran við álopum, um landið ikki vil samráðast upp á treytirnar hjá USA, veit tíðindastovan NTB at siga.











