- Tá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu fyrireikaðir, var sera stór óvissa um inntøkurnar. Í Suðuroyartunlinum er tann óvissan nógv minni, sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri 

Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnil um tvey ár

Í VikuskiftisSosialinum í dag er stórt tema um týdningin av einum Suðuroyartunli, og hvørjar avleiðingarnar verða, um eingin tunnil kemur

 

- Tá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu fyrireikaðir, var sera stór óvissa um inntøkurnar. Í Suðuroyartunlinum er tann óvissan nógv minni, sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri 

Ein Suðuroyartunnil kemur at hava alstóran týdning fyri Suðuroynna.

 

- Møguleikarnir fyri vinnuligari menning gerast munandi størri og harvið eisini møguleikarnir fyri, at fólk fara at støðast betri. Mentunarlív, ítróttarlív og trivnaðurin í oynni verður sum heild betur, og haraftrat fáa suðuroyingar betri atgongd til allar tær vælferðartænastur, sum vit norðanfyri hava.

 

Tað sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri í VikuskiftisSosialinum, sum í løtuni verður koyrdur út til blaðsølurnar. Í blaðnum er stórt tema um týdningin av einum Suðuroyartunli, og hvørjar avleiðingarnar verða, um eingin tunnil kemur. 

 

- Í høvuðsheitum gevur lógaruppskotið um P/F Suðuroyartunlinum, sum í løtuni er í fíggjarnevndini, heimild til at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi vegasambandi. Uppskotið gevur ikki heimild til at byggja tunnilin, sigur Teitur Samuelsen.

 

Men, hevur tunnilsstjóri vónir um, at Suðuroyartunnilin kann byggjast og fíggjast á ein slíkan hátt, sum politiski myndugleikin og føroyska samfelagið kunnu liva við?   

 

- Ja, tað vildi eg mett. Hetta líkist ómetaliga nógv verkætlanini at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Tá var talan um at gera 22 kilometrar av tunlum, og tað er tað umleið aftur hesaferð, sigur Teitur Samuelsen í einari størri samrøðu, sum kann lesast í VikuskiftisSosialinum.

 

- Tá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu fyrireikaðir, var sera stór óvissa um inntøkurnar. Í Suðuroyartunlinum er tann óvissan nógv minni, sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri