Iran gavst longu í 2003

Í USA roynir tann demokratiski flokkurin at fáa stjórnina hjá George W. Bush, forseta at broyta kós í politikkinum mótvegis Iran, eftir at tað er komið fram, at iranar sleptu sínum kjarnorkuætlanum longu í 2003, og at teir ongantíð hava tikið arbeiðið uppaftur. Upplýsingarnar stava frá frágreiðingum hjá teimum amerikonsku fregnartænastunum. Viðhaldsmenn hjá forsetanum halda kortini uppá, at iranar kunnu framvegis fáa sær kjarnorkuvápn.