Aftur í nátt hevur Iran skotið rakettir og dronur eftir málum í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Tað upplýsir verjumálaráðið í landinum sambært Reuters.
Loftverjan er virkin og roynir at byrgja uppfyri rakettum og dronum, sum Iran sendir eftir málum í nátt.
Fyrr í kvøld frættist, at eldur er í einum stórum olju-og gassøki nærindis Abu Dhabi.
Men, álopið, sum Reuters nú umrøður við verjumálaráði landsins sum keldu, er eftir øllum at døma eitt nýtt álop úr Iran.
Lesið eisini -
Eldur í olju-og gassøki í Abu Dhabi - https://www.in.fo/news-detail/eldur-i-olju-og-gassoeki-i-abu-dhabi











