- Ein nýggjur kommunulæknaavloysari starvast í læknaviðtaluni í Vestmanna frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadagin 17. apríl.
Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Nýggi kommunulæknaavloysari er Jacoba Hansen, og hon fer at røkja viðtaluna í Vestmanna tær næstu vikurnar.
- Sum vit áður hava kunnað um, er Gunnhild Helmsdal, sum hevur verið kommunulækni í Vestmanna seinastu átta árini, tíverri givin í starvinum.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at skiftandi kommunulæknaavloysarar verða í læknaviðtaluni, til Heilsutrygd hevur funnið ein fastan kommunulækna.
- Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru teir somu, verður lagt aftrat.











