Tað er háspenningur millum liðið hjá Paula Høj, Bergsøy og Viking TIF og Bodø í oddastríðnum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini..
Aftaná 22 umfør hevur Bergsøy 38 stig, meðan Viking TIF og Bodø hava 37 stig hvør nú fýra leikumfør eru eftir at leika. Nummar eitt flytur beinleiðis upp, meðan nummar tvey og trý mugu spæla móti liðum úr bestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Í dag misti Bergsøy sigurin úr hondum í næstseinasta sekundinum av dystinum á útivølli móti Tiller. Dysturin endaði við javnleiki 28-28. Bergsøy var á odda 18-17 í steðginum.
Pauli skoraði trý mál og legði upp til eitt mál (assist).
Mikudagin 25. mars spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Melhus.










