NSÍ skakaði klaksvíkingar

Petur Knudsen javnaði, og so bjóðaði NSÍ av álvara av í Klaksvík, har meistararnir vóru meiri kroystir, enn teir plagdu at vera í fjør, tá ið teir vunnu greipuna

Tað var øgiliga tætt og intenst, tað gekk báðar vegir, og tað endaði 1-1, tá ið greipuvinnararnir í KÍ í dag høvdu vitjan av NSÍ.

 

Brandur Hendriksson Olsen er skaddur, og tað eigur at vera stórur smeitur fyri NSÍ. Men teir gulu úr Runavík smæddust ikki burtur, tí sum seinni hálvleikur leið, var tað ikki minni NSÍ enn heimaliðið, sum spældi fyri at skora sigursmálið.

 

Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið KÍ legði seg á odda. Uppskriftin var av teimum kendu. Árni Frederiksberg legði neyvt og snilt av miðásinum og 24 metrar úr málinum eitt vet fram í høgru, har Páll A. Klettskarð var leysur innanfyri verjuna og við høvdinum stýrdi bóltin framvið málverjanum.

 

KÍ hevði onkra spenta støðu aftrat, men gestirnir høvdu alla orsøk at iðra seg um, at teir ikki javnaðu í fyrra hálvleiki. Aron Knudsen sendi úr góðari støðu bóltin framvið málinum, og Klæmint A. Olsen var heilt leysur, tá ið hann sendi bóltin í stólpan.

 

Seks minuttir eftir steðgin javnaði Petur Knudsen við frísparki úr 24 metrum. Hann sendi bóltin omanfyri manngarðin, og ivaleyst iðrar KÍ málverjin seg um, at hann ikki bjargaði. Hann fekk hondina á bóltin, men tað sá út til, at hann var ikki heilt rætt staddur á strikuni, tá ið hann royndi at bjarga.

 

Báðir partar løgdu nógv fyri, og tað vóru spentar støður í báðum endum. Eiler Rasmussen hevði gula kortið á lofti sjey ferðir. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, kendist tað sum um, at gestirnir vóru eitt vet meiri nøgdir. Hetta er fyrsta ferðin, síðani NSÍ í 2024 var aftur í fremstu røð, at tað er eydnast teimum gulu at vinna stig ímóti KÍ.

 

Í triðja umfari fer KÍ norður til Margáir, meðan NSÍ fær vitjan av AB, sum framvegis hevur fulla úrtøku.