Í dag skal býráðið taka støðu til hægri ferð á Havnarvegi

Málið um hámarksferðina á Havnarvegnum skal viðgerast í Tórshavnar býráð í dag

Tað er Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, sum hevur biðið um at fáa málið um hámarksferðina á Havnarvegi fyri býráðið. Hann heldur, at tíðin nú er komin at endurskoða ferðmarkið á nýggja innkomuvegnum til Havnar, Havnarvegnum, sum er vegurin frá rundkoyringini á Hvítanesi gjøgnum Hoyvískhagan og tunnilin úr í Marknagil. Hann hevur tí biðið um at fáa málið fyri á býráðsfundi, og tað kemur fyri á býráðsfundinum í dag klokkan 16.

– Vegurin er dimensioneraður til 80 km um tíman. Fyri at kunna hækka ferðina, so krevst onkur broyting við strikum, og so skal asfalterast eitt sindur longur út á vegjaðaran, sigur Tróndur Sigurðsson, sum var formaður í teknisku nevnd í seinastu samgongu, tá vegurin varð gjørdur.

– Eg havi biðið um at fáa málið fyri býráðið at taka støðu til at hækka ferðmarkið, sigur hann.

– Eg haldi, at tað er ov lítið at koyra 60 km um tíman har. Eg veit ikki, um 80 km um tíman kanska er ov nógv við fimm íbindingum, men tað kundi eisini verið 70 km um tíman eftir vegnum og 80 km um tíman í tunlinum, egði hann við in.fo 24. februar.

 

Lesið eisini: Spæla sær av við koyrikortið í gáloysni

Nógv bilførarar eru komnir »í felluna«, tá løgreglan ger ferðmátingar. Tí revsingin fellir nógv skjótari og harðari at koyra ov skjótt, tá ferðin er niðursett sum í hesum føri úr 80 niður í 60 km um tíman. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fært tú klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum. Tað vil siga, at koyrir tú 81 km um tíman eftir Havnarvegnum, so fært tú treytaða frádøming av koyrikortinum.

Tróndur Sigurðsson sigur í dag, at hann fer at leggja uppskot fyri býráðið um at hækka ferðmarkið til 70 km um tíman, og tað skal býráðið taka støðu til á fundinum í dag.