Tað hevur maðurin sagt týsku løgregluni. Hósdagin greiddu tveir løgreglumenn rættinum í Hamburg frá, at iranin sigur seg hava arbeitt hjá iransku fregnartænastuni til á sumri í 2001. Teir báðir løgreglumenninir vórðu avhoyrdir í sambandi við ein mál ímóti marokkanska studentinum Abdelghani Mzoudi, sum er ákædur fyri at hava verið uppi í atsóknunum í New York og Washington. Hann skal hava verið limur í einum yvirgangsbólki í Hamburg. Oddamaðurin í atsóknunum, Mohammad Atta, var eisini í hesum bólkinum.
Iranin, sum sigur seg vera fyrrverandi fregnartænastumann, var ikki í rættarhølinum. Sambært týskum bløðum skal hann hava greitt løgregluni frá, at andaligi leiðarin í Iran, ayatolla Ali Khamenei, fyrrverandi forsetin Ali Akbar Hashemi Rafsanjani og tríggir aðrir andaligir leiðarar hittu elsta son Osama bin Laden á einum flogvølli uttan fyri Teheran í mei í 2001, har teir løgdu seinastu hond á álopsætlanina.
Amerikonsku myndugleikarnir hava ongantíð verið førir fyri at vísa á, at Iran hevði nakað við atsóknirnar tann 11. september í 2001 at gera. Iranin í Hamburg vil vera við, at hann flýddi úr Iran á sumri í 2001, og at hann alt fyri eitt vendi sær til amerikonsku sendistovuna í Pakistan og ávaraði hana um, at ein yvirgangsatsókn var í væntu.