Iran stúrir fyri ísraelskum hevndarálopi

Fyrr í kvøld lýstu iransku myndugleikarnir við flogsteðgi til klokkan 06 í morgin, men flogferðslan er tikin uppaftur, tí Iran sigur, at viðurskiftini nú eru trygg

 

Ísrael hevur lovað hevnd yvir Iran, eftir at Iran herfyri leyp á Ísrael við 200 rakettum og dronum.

Seint seinnapartin í dag boðaði Iran frá, at øll flúgving til og úr landinum verður steðgað frá klokkan 21 í kvøld til klokkan 06 í morgin, lokala tíð.

 

Tað var tíðindastovan, Reuters, sum bar hesi tíðindi frá iranskum myndugleikum og vísti til tíðindatænastuna, Mehr News.

 

Men, hóast flogsteðgurin, sum varð lýstur, varð ætlaður at vara til klokkan 06 í morgin, hava iransku myndugleikarnir nú kortini avblást flogsteðgin.

 

Reuters, sum endurgevur ríkismiðlar í Iran, veit í kvøld at siga, at allar avmarkingar í flogferðsluni til og úr Iran eru avblástar aftur.

 

Sambært iranskum tíðindamiðlum hava myndugleikarnir veitt vissu fyri, at viðurskiftini eru trygg, og at flogferðslan til og úr landinum kann halda fram.

 

Einki verður sagt um, hví Iran fyrr í kvøld lýsti flogsteðg.

 

Lítið man tó vera at ivast í, at Iran stúrir fyri ísraelskum hevndarálopum eftir umfatandi iranska álopið á Ísrael herfyri.

 

 

 

Ísrael hevur lovað hevnd yvir Iran, eftir at Iran herfyri leyp á Ísrael við 200 rakettum og dronum.