Tað segði Majid Takht-Ravanchi, varauttanríkisráðharri í Iran, við BBC undir eini samrøðu í iranska høvuðsstaðnum í dag.
Iran hevur verið ákært fyri at hava ment kjarnorkuvápn, sum Iran hevur avsannað.
Varauttanríkisráðharrin segði víðari, at bólturin er í amerikanska rættinum, og "um teir eru veruligir, so eri eg vísur í, at vit eru á veg til eina avtalu".
Í gjár segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at amerikanski forsetin, Donald Trump, helst vil hava eina avtalu, men at tað er "sera torført at gera" eina avtalu við Iran.
/Ritzau/











