Tað skrivar statsliga iranska tíðindastovan Irna, sambært AFP.
Nýggjasta talið av deyðum er ein munandi vøkstur. Frammanundan hava iranskir myndugleikar sagt, at 627 fólk vóru dripin og 4.800 særd í álopunum.
Talsmaðurin Asghar Jahangir sigur, at av hesum eru 132 kvinnur og 38 børn.
Londini bæði skrivaðu undir vápnahvíld fyri minni enn einari viku síðani.
Ósemjan millum Ísrael og Iran - sum USA síðani kom uppí - byrjaði við eini bylgju av ísraelskum álopum á iranskar kjarnorkuverk og hernaðarstøðir 13. juni.
/Ritzau/