Iran setir hørð krøv: Hormuz verður verandi stongt

Iran heldur fast um stongda Hormuzsundið, til USA hevur gingið undir eina røð av víðgongdum krøvum. Sambært einum greinara svara krøvini til, at USA gevst yvir.

Iran samráðist ikki beinleiðis við USA, men londini »skifta boð« umvegis semingsfólk, sigur iranski uttanríkisráðharrin Abbas Araghchi. Myndin er frá einum fyrrverandi høvi. Mynd: Dmitry Lovetsky/Ritzau Scanpix

Hormuzsundið verður ikki latið upp aftur, fyrr enn USA hevur gingið undir øll krøvini, sum Iran setti leygardagin.

 

Tað sigur iranska Revolutiónsverjan í dag.

 

Mohammad Bagher Zolghadr, trygdarleiðari í Iran, legði í gjár eina røð av treytum fyri USA. Millum annað krevur Iran, at amerikanski flotastongsilin og revsitiltøkini móti Iran verða avtikin, at amerikanskar herdeildir taka seg úr økinum kring Iran, og at USA rindar Iran krígsskaðaendurgjald.

 

Harumframt krevur Iran, at fryst iransk ogn verður latin leys, og at álopini á sameindu hjá Iran í økinum halda uppat.

 

– Okkara ætlan er at halda Hormuzsundið stongt, til fíggindin hevur góðtikið allar okkara treytir, sigur Revolutiónsverjan.

 

Kristian Mouritzen, altjóða greinari hjá danska blaðnum Berlingske, sigur, at krøvini í veruleikanum svara til eina »fullkomna yvirgeving« hjá USA. Hann metir ikki, at amerikanarar kunnu ganga undir tey.

 

Samstundis sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, at Iran er nær við at fáa eina avtalu í lag við Oman um sigling og rakstur av einari nýggjari leið gjøgnum Hormuzsundið.

 

Men tað merkir ikki, at sundið verður latið upp sum vanligt.

 

Araghchi avvísir eisini, at beinleiðis samráðingar eru millum USA og Iran. Londini »skifta boð« umvegis semingsfólk, sigur hann.

 

Hormuzsundið er ein av týdningarmestu handilsleiðunum í heiminum. Áður fór umleið ein fimtingur av heimsins olju- og gassflutningi gjøgnum smala sundið millum Iran og Oman.

 

Ósemjan um Hormuzsundið tók seg upp fyrst í mars, eftir at Ísrael og USA høvdu lopið á Iran. Iran svaraði aftur við at stongja sundið.

 

USA og Iran gjørdu í miðjum juni eitt semingsskjal, sum skuldi leggja lunnar undir eina endaliga friðaravtalu og lata upp aftur fyri ferðsluni gjøgnum Hormuzsundið.

 

Tann avtalan er síðani kollsigld, og álop á skip í sundinum halda fram. Leygardagin skuldsettu Sameindu Arabisku Emiratini Iran fyri enn eitt álop á eitt oljuskip.

 

/Ritzau/AFP

 

 

 

Iran samráðist ikki beinleiðis við USA, men londini »skifta boð« umvegis semingsfólk, sigur iranski uttanríkisráðharrin Abbas Araghchi. Myndin er frá einum fyrrverandi høvi. Mynd: Dmitry Lovetsky/Ritzau Scanpix