Poul Michelsen hevur selt lívsverkið

Í 52 ár hava stavirnir PM verið nær tengdir at navninum Poul Michelsen. Men nú hevur familjan selt seinasta ognarpartin í fyritøkuni, sum byrjaði í einum kjallara í Gundadali.

– Nú eigi eg einki í lívsverkinum.

 

Soleiðis sigur Poul Michelsen, nú eitt tíðarskeið í føroyskari vinnusøgu er komið at enda.

 

Tað byrjaði í 1974 í kjallaranum undir sethúsunum hjá Sólrun og Poul Michelsen í Gundadali. Fyritøkan hevði fýra starvsfólk og helt til á 60 fermetrum.

 

Í dag hevur P/F Poul Michelsen umleið 150 starvsfólk, og virksemið fevnir um innflutning, heilsølu, kølivørur, frostvørur og catering. Árliga umsetningurin er vaksin upp í umleið 335 milliónir krónur.

 

Men síðan 7. juli hevur familjan hjá Poul Michelsen ikki longur átt nakran part í fyritøkuni.

 

Í Sosialinum greiðir Poul Michelsen frá, hvussu hann bygdi fyritøkuna upp frá grundini, um stóru avgerðirnar á leiðini og um kensluna av nú at hava slept fyritøkuni, sum hevur verið ein stórur partur av lívi hansara.

 

Hann greiðir eisini frá, hvør hevur keypt, hví familjan valdi at selja – og hvussu hann sær framtíðina hjá PM uttan familjuna við róðrið.

 

Les alla samrøðuna við Poul Michelsen í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Blaðið fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu lesa blaðið við at logga á sos.fo og rita inn við haldaranummarinum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

 

Poul og Sólrun Michelsen í vakra urtagarðinum, sum er eitt satt meistaraavrik, hjá Sólru

Fyrsti kølibilurin

Bygningurin reistur við Hoyvíksvegin

Bygningarnir við Hoyvíksvegin eru bygdir á trøðni hjá abba Poul Michelsen

Alt byrjaði í kjallaranum í heiminum hjá Sólrun og Poul Michelsen í Gundadali