Í morgun er iranski uttanríksráðharrin, Abbas Araqchi, lendur í libanesiska høvuðsstaðnum, Beirut.
Hetta vita ríkisriknir miðlar í Libanon at siga í morgun.
Ein beinleiðis sending hjá Reuters vísir eitt flogfar við iranskum flaggi, sum lendir á flogvøllinum í Beirut - bara tímar eftir, at ísraelskt loftálop rakti økið kring flogvøllin.
Sambært Reuters skal libanski forsætisráðharrin, Najib Mikati og leiðarin í tjóðartinginum í Libanon, Nabih Berri, hitta iranska uttanríkisráðharran.
Tíðindastovan veit at siga, at Nabih Berri hevur tætt tilknýti til Hizbollah.
Libanesiski Hizbollah-hernaðarbólkurin, sum hevur stóran leiklut í syðra parti av Libanon, bæði politiskt og hernaðarliga, verður stuðlaður úr Iran.
Hizbollah-hernaðarbólkurin verður roknaður sum forlongdi armurin hjá Iran móti Ísrael í Libanon.
Vitjanin hjá iranska uttanríkisráðharranum er veruleiki - bert fáar dagar eftir, at Iran skeyt út við 200 rakettir móti Ísrael, harav tær allar flestu vórðu skotnar niður av loftverjuni.
Iran sigur, at álopið er hevnd fyri drápið av Hizbollah-leiðaranum, Hassan Nasrallah og drápinum av politiska leiðaranum í Hamas, Ismail Haniyeh.
Ismail Haniyeh varð dripin í ísraelskum álopi, meðan hann var gestur í iranska høvuðsstaðum í samband við, at nýggi iranski forsetin varð tikið í eið.
Ísrael hevur sagt, at landið fer at hevna iranska álopið, tá næstan 200 rakettir vórðu skotnar eftir málum í Ísrael.