Ísafjørður setir avmarkingar fyri tali av ferðafólki

Í hesum føri snýr tað seg um ferðafólk, sum koma við ferðamannaskipum. Nú kunnu hesi verða upp í 5.000 um dagin.

Ísafjarðar kommuna í Íslandi fær so nógvar vitjanir av ferðafólkaskipum í háárstíðini, at kommunan hevur gjørt av at avmarka talið av ferðafólki til í mesta lagi 5.000 um dagin.

 

Hóast Ísafjørður er nógv eftirspurdur sum vitjunarbýur hjá ferðafólkaskipum, er mark fyri, hvussu nógv ferðafólk býurin megnar at taka ímóti um dagin.

 

Tí hevur kommunan samtykt eina ætlan, sum avmarkar talið av ferðafólki.

 

Sambært íslendska kringvarpinum RÚV er væntandi, at sløk 200 ferðamannaskip við 200.000 ferðafólkum umborð koma á vitjan í Ísafirði í summar.

 

Í býnum búgva bert 2.700 fólk, so tað er greitt, at hetta er eitt rættiliga stórt tal av ferðafólki. Kommuna og tænastuveitarar í økinum hava stórt gagn av ferðafólkunum, men nú er talið við at gerast ov stórt.

 

Borgarstjórin í býnum, Gylfi Olafsson, sigur við RÚV, at tá fasilitetirnir á Ísafirði við eitt nú betri veganeti, fleiri wc'um og burðardyggum loysnum fyri ruski og øðrum eru betraðir, kunnu tey saktans rúma fleiri ferðafólkum.

 

Men, soleiðis sum støðan er í løtuni, sær kommunan seg noydda at seta avmarkingar fyri talinum av ferðafólki, sum kunnu vitja á Ísafirði um dagin.