Hann biður føroyingar, sum eiga pengar til góðar hjá Ísbú, hava gott mót, hann Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík.
Jens Valdemarsson sigur, at teir arbeiða framvegis við at finna fram til, hvussu nógvar pengar Ísbú skyldar hvørjum í Føroyum.
Tað eru onkrir tekniskir trupuleikar á vegnum, sigur hann. Til dømis er okkurt vð felagsleiðsluni, sum ikki gongur so væl.
Jens Valdemarsson vil ikki vátta, at leiðslan í Reykjavík hevur trupuleikar við at fáa stjóran í Ísbú í Føroyum at samarbeiða.
Tað er soleiðis, at fyri at hava eit felag skrásett í Føroyum, skal ein føroyingur vera við.
Føroyingurin í Ísbú í Føroyum, var Martin Hendriksson, sum er íslendingur, men flutti til Føroya, tá felagið fór undir virksemið í Oyndarfirði. Hann stóð eisini sum eigari av triðinginum av partapeninginum, sum felagið varð stovnað við.
Síðan er hann fluttur til Svøríkis, og er hetta ein partur av trupuleikanum, skilir Sosialurin.
Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, sigur, at tað tekur tíð at koma til botns í hesum málinum.
Hann hevur ikki hug at upplýsa, hvussu nógvar pengar felagið skyldar í Føroyum.
Hann dugir heldur ikki at siga, um øll tey virki og fyritøkur, sum eiga pengar til góðar hjá Ísbú, hava gjørt vart við seg, men tað vónar hann kortini. Hann vil helst sleppa undan, at tað koma fleiri krøv, tí tað er longu nokk, sum er.
Fyrr hava verið nevndar 400.000 krónur. Men sum skilst á Jens Valdemarssyni, er hetta talið kanska heldur ivasamt.
Jens Valdemarsson sigur, at tað framvegis er ætlan teirra at koma til Føroya og royna at fáa greiði á, hvat veruliga er farið fram, meðan Ísbú virkaði í Føroyum. Støðan tykist heldur fløkt, sigur hann.
Jens Valdemarsson avvísir ikki, at Ísbú kann finna upp á at fara í holt við okkurt virksemi aftur í Føroyum,
Men so verður tað undir øðrum formi enn higartil, sigur hann.
Men sum er ber ikki til hjá teimum at gera nakað sum helst, tí felagið í Føroyum er framvegis til, og stjórin býr í Svøríki.
Og eingin kann gera nakað, uttan stjórnin er við, sigur Jens Valdemarsson.
Og júst tað, at stjórin er so ringur at hitta, tykist vera ein av teknisku trupuleikunum, Jens Valdemarsson tosar um.
Tí leiðslan í Reykjavík kann formelt ikki skriva undir upp á at útgjalda nakrar pengar. Tað kann bara leiðslan í føroyska felagnum, og hon er rýmd av landinum.